Ítróttur

Minningarorð frá Kyndli: Gerster farin

...

2017-05-02 21:04 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hondbólturin í Føroyum og Danmark hevur mist ein av sínum allarbestu.

Sunnukvøldið 30. apríl andaðist Henrik Gerster bara 52 ára gamal. Henrik var í sínum yngru døgum ein av bestu hondbóltsspælarunum í Danmark. Við tiltikna GOG-liðnum vann hann fimm DM-heitir og seks steypakappingar millum 1992 og 2001. Hann spældi nógvar Evropa Cup-dystir, kom á danska landsliðið og spældi eisini við týsku feløgunum SG Hameln og Wuppertal.

Áðrenn Henrik av álvara gjørdist kendur sum kanónskjútti í donskum hondbólti, kom hann til Føroya í 1987 at spæla við H71 eitt kappingarár. Tey árini vóru Kyndil og VÍF liðini, sum at kalla einsamøll kappaðust um meistaraheitið. Men við Henriki Gerster kom eisini H71 upp í tann leikin.

Gerster, sum øll kallaðu hann, skeyt so hart, sum neyvan nakar hevði gjørt í føroyskum hondbólti fyrr. Ikki var lukkuligt at vera málmaður, tá hann læt skotið ganga, og lættari var ikki at vera verjuspælari. Bergtakandi var fyri allar áskoðarar at síggja so góðan spælara á føroyskum vølli.

At evnini hjá Henriki rukku til annað enn at skjóta mál í føroysku kappingini, vísti hann, tá hann gjørdist týðandi partur av GOG-liðnum, ið vann so nógv. Á vøllinum spardi hann seg aldrin, og tað gjørdi hann heldur ikki í arbeiðslívinum, har hann var íðin og hegnigur maður.

Henrik kundi vera harður sum spælari, men sum persónur var hann ikki bara tað. Hann var eisini ein viðkvom og hjartagóð sál. Fittur og fryntligur var hann altíð at tosa við. Hetta upplivdu vit, tá hann kappingarárið 2010/2011 vandi mansliðið hjá Kyndli.

Í venjarastarvinum var hann krevjandi, tí hann vildi vinna. Venjingarnar vóru altíð ferðmiklar, tí ongin, hvørki ungur ella eldri, skuldi spara seg. Tá mansliðið tapti stórt fyrsta dystin, píndi tað hann illa, men hann herjaði á aftur saman við liðnum, og væl fótaðu teir sær aftur.

Henrik Gerster hevur givið føroyskum hondbólti ómetaliga nógv, ikki minst H71, Stjørnuni, sum hann vann so nógv saman við, og manslandsliðnum. Hann var eisini ofta í hallunum sum áskoðari, tá høvið beyðst, og øll hondbóltsfólk kendu hann og fingu góð prát við hann.

??metaliga syrgiligt var at frætta deyðsboðini av Henriki, nú hann hevði gjørt seg út at taka við nýggjum venjarastarvi í Danmark og hevði fingið hægstu venjaraútbúgving. Alt ov ungur var hann at fara. Vit syrgja við tykkum øllum, sum hava mist.

Í donskum og føroyskum hondbólti var bara ein Gerster!

Hvíl í friði, góði Henrik!

Nevndin í Kyndli

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder