Mentan

Minningarorð

...

2016-11-29 16:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Góða Birita mostur!

Eg siti og hyggji út gjøgnum vindeyga og hugsi um orðini: "Liv hvønn dagin, sum var hann tín síðsti". Hesi orð blivu, av sonnum sett í perspektiv týsdagin 8. Novembur 2016! Hesin dagur gjørdist ein sorgardagur, sum settið djúp spor í okkara lív og dagligdag. Hettar var dagurin, har himmalin gjørdist ein eingil ríkari, tá vit mistu teg Birita mostur. Ein herlig, lívsglað og lívlig kvinna sum tú, hví skuldu tínir tímar á fold, longu verða taldir?


At Birita mostur so brádliga bleiv tikin frá okkum, bert 50 ára gomul, er slett ikki til at skilja. Men himmalin hevði brúk fyri henni nú og hon slapp somuleiðis heim til ommu og abba, sum við garanti hava tikið væl ímóti ynsktu dóttur teirra - tó for tíðliga, eftir okkara meining. Vit vildu so gjarna havt hana hjá okkum, í nógv ár aftur at.
Birita setti eitt serligt dám á, har hon var. Altíð við gleði, tónleikið og roksi lívgaði hon tilveruna upp. Hon og Beinta mostur hava glett nógv hjørtu inni á ellisheiminum, við guitarspæli og sangi ??? fleiri aðrastaðni við.

Eg eigi so nógv góð minnir, um teg Birita mostur. Hesi fari eg, at goyma væl í mínum hjarta.

Alt frá nógvum deiligum hugnaløtum til góð minnir um teg, sum persón. Familian hevði nógv at siga fyri teg og tú var altíð klár, at geva eina hjálpandi hond ??? so seint sum til mítt brúðleyp, tá veitsla bleiv hildin í Føroyum.

Tað er ein sonn gleði, at eiga øll hesi minnir, at hugsa aftur á. Tey vil eg takka tær fyri.

Tað fer at taka langa tíð, at venja okkum við tankan, at tú ikki er her longur.

Vit sakna teg øll, men eg hugsi serliga um tvíburasystrina Beintu, má harrin styrkja hana, hini seks systkini og okkum øll frameftir.

Eg vil enda við vakra sanginum uttan teg, sum Martin Joensen sang til jarðarferðina.

Takk fyri alt ??? vit síggjast aftur ein dag, øll somul.

Anita

Uttan teg var tøgnin tóm,
ljósið uttan lit og ljóm.
??labogin gráur var
um ei, Faðir, tú vart har.

Uttan teg var dagur nátt,
sólin átti ongan mátt.
Uttan teg var glóðin køld,
uttan teg var morgun kvøld.

Tá mín brekka gerst ov brøtt,
tá mær tokan gerst ov tøtt.
Faðir, fylg mær tá á leið,
tú, sum eina troyttast ei.

Hvirlur bresta á mín rút,
tigandi eg hyggi út.
Mann í storminum tá eg,
Harri, aftur tekkja teg?

Verjugarður mín ver tú;
vakta, Harri, mína búð.
Faðir, ver tú styrki mín,
leið meg loksins heim til tín.

Tá mítt berg mær gerst ov høgt,
tá hvørt vitaljós er sløkt,
Faðir, fylg mær tá á leið,
tú, sum eina troyttast ei.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder