Vinna

Minka um matoyðsl við telefonini

...

2017-01-25 14:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nú verður lættari hjá føroyingum at minka um matoyðslið í húsarhaldinum.

Nøkur fá klikk á telefonini, og matoyðslið verður minni.

Tað ljóðar einfalt, og tað er tað eisini, tí í næstum verður tað lættari fyri føroyingar at keypa mat, sum annars vildi verið tveittur burtur av handlunum. Tað vil siga matur, sum handlarnir ikki fáa selt áðrenn lokadag.

Sum fyrsta fyritøka í Føroyum, eru Á handlarnir farnir at samstarva við fólkini handan appina Too Good To Go, ið er ein app, sum gevur brúkaranum møguleika at keypa alskyns matvørur fyri spottprís, av tí at handlarnir ikki náa at selja vørurnar, áðrenn seinasta søludag.

Handlarnir fara at hava ein posa við vørum til ein ávísan prís, kundin keypir posan online og rindar beinanvegin, fer til handilin, vísir kvittanina á telefonini, og síðani fær kundin posan við sær heim.

- Hetta er ein sera týdningarmikil liður í okkara átaki, har vit vilja vera við til at minka matoyðsl í Føroyum, og vit meta, at við at samstarva við Too Good To Go er tað munandi lættari fyri bæði okkum sum fyritøka og okkara kundar at sleppa undan at tveita mat burtur, sigur Henrietta Hammer, marknaðarsamskipari á Poul Hansen.

Tað er tó ikki heilt nýtt, at Á handlarnir vilja eggja føroyska brúkaranum at minka um matoyðsl. Longu í 2015 byrjaði herferðin móti matoyðsli. Tá fóru handlarnir frá mongdartilboðum og yvir til stykkjaprís, soleiðis at kundin ikki noyddist at keypa ávísa nøgd av eini vøru fyri at fáa tilboðsprís. Næsta stigið á leiðini var at sleppa undan vørum, ið blivu burturbeindar, tí tær ikki náddu at blíva seldar innan lokadagin. Hesar vørurnar blivu seldar væl bíligari enn vanligt.

- Sjálvandi hevur alt hetta gjørt, at Á handlarnir tveita nógv minni av mati burtur samanborið við fyrr. Men kortini er tað framvegis ein ávís nøgd av mati, sum hvønn dag endar í ruskspannini, og tí royna vit nú at fáa føroyingar at brúka hesa appina, sum ger tað sera einfalt at minka um matoyðsl, sigur Henrietta Hammer.

Samstarvið millum Á handlarnar og Too Good To Go er byrjað, og væntandi verður appin klár hjá føroyingum at brúka um fáa vikur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder