Eg kenni á mær, at eg noyðist at tala at, nú ágangurin er so stórur móti vinmanninum, Bjarna Hammer. Eg legði hús til føðingardagin hjá mær, har Bjarni í sínari tíð skal hava givið/selt rúsevnir. Hetta var í 2014, tá undirritaði fylti 40 ár. Eftir ein stuttan býtúr, har eg sjálvur fór heim áðrenn, kemur vinmaðurin heim(hann yvirnáttaði hjá okkum) og so eisini nøkur onnur menniskju. Tey komu inn gjøgnum garasjuna. Eg tók ímóti teimum og var um tey alla tíðina. Eg lat hesi sita eina løtu, men segði so, at tey máttu fara.
Eg kann til eina og hvørja tíð sláa fast við sjeytummaseymi, at eg og konan høvdu aldrin loyvt hvørki nýtslu ella sølu av rúsevnum í okkara heimi og tað gekk heldur ikki fyri seg tað kvøldið! Hatta er tann svartasta lygn!
Eg var sjálvur til staðar meðan hesi fólkini vóru inni hjá okkum. Bjarni fór stórt sæð í song beinanvegin og eg koyrdi tey vitjandi út stutt aftaná.
Tað er mær óskilligt at miðlarnir siga seg hava keldutilfar, men gera sær ikki tann ómak at eftirkanna alt og spyrja meg og konuna, ið hava verið til staðar og enntá eiga húsið har hetta skal hava gingið fyri seg!
??dámliga viðgerðin av vinmanninum luktar langan veg av einari samansvørjing, hvørs endamál er at hundsdálka Bjarna Hammer og fáa hann burtur úr føroyskum politikki, kosta hvat tað kosta vil!
Mín spurningur er tí, hvør hevur bílagt hetta karaktermorðið?
Bogi Hentze
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald