JN

Mikudagin fingu 22 starvsfólk prógv sum demenssamskipara á Hotel Vágum.

...

2017-09-01 16:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað er kommunusamstarvið og heimatænastuni í Vágum, ið hava tikið stig til útbúgvingina. Tey sum hava tikið útbúgvingina, eru starvsfólk á eldraøkinum kring landið og frá Almannaverkinum.

Størsti parturin av demensumsorgan og tilboðum liggja nú í nærumhvørvinum hjá borgarunum og verða ídag fyrisitin av kommunalu samstarvsøkjunum. Tí er umráðandi at tryggja, at allir borgarar í samfelagnum fáa somu atgongd til hesa vitan, og at tey tilboð og fyriskipanir, sum eru, verða bygd á holla og nútímans vitan,og við hesum hava vit nú styrkt vitanina í Føroyum.

Framløgurnar vóru almennar og var tað hugtakandi, kveikjandi og lærandi at lurta. Demens er vitunartungt og ymiskar eru avbjóðingarnar í arbeiðinum innan demensrøkt. Tað setir stór krøv til samskipanina av teim ymsu átøkunum og hjálpini, sum einstaka borgaranum og hansara avvarðandi tørvar, hvørt tað so er heima ella á røktarheimi. Og hesar 22 hava nú fingið amboð, sum koma teimum demensraktu, teirra familjum, kommununum og almannaverkinum tilgóðar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder