JN

Mikudagin 11. august verður Skúlin á Giljanesi karmur um koppsetingarstað

...

2021-08-06 17:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Vága kommuna, Sørvágs kommuna og Sjúkrahúsverkið gera nú eitt felags átak, at bjóðaøllum borgarum í Vágum, ið ynskja tað, at verða koppsett móti covid-19 her vestri. Hettaer ein royndarverkætlan sum, alt eftir úrsliti, kann vera við til at líknandi verkætlanir verðagjørdar runt um í landinum. Nokk av koppingarevni er í landinum, og nýggj vitan umhvussu koppingarevnið skal handfarast ger, at tað er lættari at fara runt um í landinum atkoppseta. 

Sjúkrahúsverkið hevur ætlan um at fara til Mykinesar, og aðrar útoyggjar, at koppseta,men nærri kunning kemur seinni um nær tað verður. 

Ynski hjá kommununum í Vágum er, at viðvirka til at uppbyggja ein lokalan flokksverjuímóti covid-19. 

??? Vit vilja verja borgarar í Vágum, ímóti at gerast sjúk av covid-19. 

??? Vit hava tørv á, at verja fyritøkur og stovnar ímóti einum áhaldandi vanda, at starvsfólkskulu í sóttarhald, nakað sum ferð aftaná ferð tarnar tí dagliga virkseminum á stovnumog fyritøkum. 

??? Vit vilja gera okkara til, fyri at uppbyggja eina flokksverju í Føroyum.Skúlin á Giljanesi verður karmur um koppsetingarstað. Har eru fleiri inn- og útgongdir,hølir til bíðirúm, hølir til starvsfólk og útgerð, góðar parkeringsumstøður, umframt at staðiðliggur sentralt. 

Frá kl. 11.30 til 13.30 verða tey, ið bíleggja tíð, koppsett. Tey sum hava fingið fyrsta prikið,og hava fingið tíð til 2. koppseting, men ynskja at verða koppsett í Vágum, havaeisini møguleika fyri tí. Tað er tó sera týdningarmikið at avlýsa tí tíðina og bíleggjaeina nýggja tíð. Tað mugu ganga í minsta lagi 21 dagar frá fyrstu koppseting til 2. prik. 

Nú kunnu somuleiðis ung millum 12 og 15 ár koppsetast, tó skulu tey sum eru yngri enn15 ár hava fylgjara við, og barnakonur og kvinnur ið geva bróst, kunnu eisini koppsetast. 

Koppseting kann bíleggjast við at klikkja á HER. 

Støkk inn koppseting 

Góða undirtøkan fyri støkk inn koppseting ger, at hetta somuleiðs verður ein møguleiki íVágum. Støkk inn koppsetingar verða gjørdar frá kl. 14.00 til 15.00. Tá er ikki neyðugt atbíleggja tíð áðrenn. 

Tað hevur stóran týdning, fyri tey ið hava fingið fyrra prikið, at hava gulakoppsetingarkortið við.  

 Vága og Sørvágs kommunur hava eitt stórt ynski um at geva øllum borgarum í Vágumfrælsi aftur, so møguligt er at skipa fyri bygdatiltøkum, ítróttarvirksemi, privatum veitslum,starvsfólkaútferðum og øðrum, ið vit øll so leingi hava útsett. 

Kommunurnar ynskja at takka Sjúkrahúsverkinum fyri eitt avbera gott samstarv í hesummálinum. Við at geva teimum ið ynskja at verða koppsett møguleikan fyri tí her vestri,vóna vit at fleiri taka av møguleikanum. 

Eru ivamál um staðseting ella bílegging, so kann ringjast til Sølva Simonarson hjá Vágakommunu á tlf. 267549.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder