JN

Mikey er givin í 07 Vestur

...

2015-08-03 04:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Michael S. Minutillo, ella Mikey, sum hann eisini verður kallaður er givin í 07 Vestur. Mikey kom at spæla við 07 Vestur frá kappingarbyrjan í ár.

Mikey fór av landinum 2. juli, og avtalan var, at hann skuldi koma aftur til venjing 20. juli, men tá venjingin byrjaði aftur tá var eingin Mikey, sigur Jákup Olaf Johannesarson, sum er samskipari hjá 07 Vestur við JN.fo. 

Vit fingu fatur í hansara agenti, sum síðani fekk fatur á honum. Vit tosaðu so aftur og fram, sum vit skiltu á lagnum, so hevur hann drigist við heimlongsul. Vit avtalaðu so bara at siga sáttmálan upp. Einki dramatiskt í so máta. Vit halda framvegis, at vit kunnu flyta upp við tí hópinum vit hava, so her er eingin pannikkur í, sigur Jákup Olaf við JN.fo. 

Jákup Olaf legði afturat, at 07 Vestur takkar Mikey fyri innsatsin, ið hann vísti á vøllinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder