Í summar hevur verið á skrá ein rættiliga umfatandi asfaltering í Vágs kommunu.
Vestari partur av Geilini er asfalterað og vegurin harvið gjørdur heilt av nýggjum. Harumframt eru fleiri onnur vegastrekkir í Vági eisini dagførd, m.a. vegurin niðan í Toftalíð og Toftabrekka. Í hesari vikuni verður vestasti partur av Bøgøtu asfalteraður. Umframt nevndu vegastrekki, so verður eisini asfalterað í nýggja býlinginum við Kykslið í ár.
Í ár eru gongubreytir í býnum eisini gjørdar av nýggjum, sum framhald av arbeiðinum, sum byrjaði fyri tveimum árum síðani.
Danjal Bjarkhamar, formaður í teknisku nevnd, sigur, at asfalteringin í summar er ein liður í miðvísari ætlan um at dagføra vegakervið í Vágs kommunu. Vit kunnu bara staðfesta, at kommunan í fleiri ár ikki hevði nakrar pengar til asfaltering og hetta sæst eisini aftur á vegastrekkjum ymsastaðni í býnum. -Men hesi seinastu árini er støðan broytt, og hetta hevur eisini gjørt tað møguligt at fara undir hesa miðvísu dagføringina av vegakervinum, sigur Danjal Bjarkhamar.
Í Vágs kommunu eru meiri enn 50 km. av vegi, so nógv er fara um og tí er eisini greitt, at vit ikki røkka á mál uppá 1 ella 2 ár, sigur formaðurin í teknisku nevnd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald