JN

Miðvágs Bóltfelag 110 ár

...

2015-01-22 21:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Miðvágs Bóltfelag

Brot úr søguni.

Miðvágs Bóltfelag var sett á stovn, tann 21/22.01.1905 av Carl Johansen Sóknarpresti í Vágum. Eisini kallaður Fótbólts Presturin.

Enda máli við Miðvágs Bóltfelag var frá byrjan av at spæla fótbólt.

Á stovnandi Aðalfundinum 21/22.januar 1905

Carl Johansen Prestur Formaður

MB var í 1913 við til at seta Færøernes fodbolts forbund á stovn saman við Vágs Bóltfelag, Trangesvaags Boltclub, Tvøroyrar Bóltfelag, Havnar Bóltfelag og Klaksvíkar Bóltfelag.

Hesin felagsskapur skipaði skipaði fyri firstu kapping í var millum Fótbólts feløg í Føroyum og vann MB hettar Steyp í 1914 og er tað enn ogn hjá MB og er innilæst í MB-Húsinum.

Miðvágs Bóltfelag hevur luttikið í kapping, øll árini frá stovnan. Tað eru nøkur ár har eingin fótbóltur hevur veri í Føroyum, tí at tað var mest spælt um veturin tá ið skipini vóru heima.

Stórheits tíðin hjá MB byrjaði í 60unum, við tí at fyrireikingarnar til at gera nýggjan vøll byrjaðu.

Tað var lærarin Hans Eli Hansen í var primusmotor, tá ið vøllurin skuldi gerast. Hann fekk fígging frá Undervisnings Ministeriet til vøllin, og var ein treyt fyri fíggingini, at vøllurin var opin til skúla undirvísing í sport undervisning.

Vøllurin var tikin í almenna nýtslu í 1969 og eftir hettar hevur MB luttikið í Ungdóms fótbólti øll árini síðan tá.

Ternan var Hondbólts deildin hjá MB og luttók í hondbólti fram í 70árini.

MB var á fyrsta sinni í 1 deild í 1977 og spældi í bestu deildini í 2 ár og fluttu so niður aftur. Hava síðan hettar veri fleiri ferð í bestu deildini í Føroyum.

Besta ári hjá MB er í 1990, tá ið vit vóru 4 stig frá at vinna FM, hettar ári tapti MB eina kæru frá GÍ, tí at eitt navn var skeivt stava á dómaraseglinum, og so tann minniliga dystin í Klaksvík, har MB førdi 4-0 í hálvleikinum, men taptu hendan dystin 6-5.

Í 1994 settu MB og SÍF, FS-Vágar á stovn, MB var við í hesum samstarvi til vit, í 2004 fóru úr hesum samstarvi.

Frá 2005 til dagin í dag, hava vit veri sjálvstøðugt fótbólts felag aftur.

MB luttekur í øllum aldursbólkum, hjá monnum og kvinnum 2015 uttan U18 Dreingir.

P.S. Tað er yvasamt um tað var, 21 ella 22 janvar 1905 at felagi var stovna, so tað stendur 21 og 22 nevndir í gera bøkrunum, tann elsta bókin er ikki til.

JN.fo ynskir Miðvágs Bóltfelag hjartaliga tillukku við 110 ára degnum og alt tað besta framyvir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder