10. oktobur í 1963 bleiv Miðvágs Badmintonfelag, MBF sett á stovn.
Tað vóru Andrias Jørgensen og Rógvi Egilstoft, sum stovnaðu felagið.
Nakrir av ivrigu leikarnum tá vóru Gudmund Niclasen, Ian Joensen, Gutti Petersen, Marius Pauli Thomassen, ??lavur Hansen, Hans Niclasen og Aage Ellefsen. Tá teir blivu spurdir at koma við, vistu teir ikki hvat badminton var, og máttu teir sjálvir gera rannsóknararbeiðið fyri at finna reglar fyri spælið. Funnið var fram til lesnað á bókasavninum, um hvussu rætt var at spæla. Ketcharni hjá MBF-arum blivu kallaðirt fyri Spaki. Hesum flentu havnamennirnir nógv eftir.
Fyrstu tíðina var so at siga bara double spæl, tí fimileikarhøllin bleiv brúkt, og harvið bert ein bani. Tað bleiv ov nógv bíðitíð, um single skuldi spælast eisini. MBF stóð seg stak væl í doublekappingum heilt fram í áttatiárini.
Vanligt var at ringja til Havnar at bjóða av til dyst ta fyrstu tíðina. Onkuntíð bleiv spælt í Havn, og onkuntíð her vesturi. Seinni í sjeytiárunum var eisini onkuntíð spælt móti sørvingum
Fyrstu ferð MBF luttóku í FM var um 1966. Tá vóru tað KBF, ÍF, HBF og MBF sum kappaðust. Seinastu ferð Gudmund Niclasen og Ian Joensen luttóku var í 1991. Tá høvdu teir luttikið sum doublemakkarar í 25 ár.
Mitt í áttatiárunum kom Ítróttarhøllin á Giljanesi, sum bleiv karmur um góðar umstøður til innandura ítrótt. Hetta gav eisini stóra tilgongd. Nakrir av ivrigu leikarnum hetta tíðarskeiði vóru Sámal á Vágalið, Petur Eiriksson, Sjúrður Poulsen, Henge Davidsen, Johnni Poulsen, Albert Ellefsen, Jógvan Páll Joensen, Dánial A. Hansen, Petur Eli Niclassen, Georg Hansen, Jens Erik Rasmussen, Hansina á Plógv, Janni Gudmundsen, Eydna Gregersen og Gurðun Gudmundsen.
Síðst í áttatiárunum bleiv satsa uppá skipaða venjing til ungdómin við løntum venjara. Hetta gjørdi eisini, at MBF bleiv eitt felag, sum kom at blanda seg uppí tey stuttligu plássini á skamlinum. Nøkur av teimum sum baksaðu tá vóru Hjalti Petersen, Torkil Petersen, Uni S. Joensen, Eyðstein Simonsen, Pia Krogh, Pernilla Krogh, Louisa Jørgensen bara fyri at nevna nøkur.
Felagið hevur seinastu árini hálað fleiri FM-gull og GrandPrix-gull heim, og er allarhelst mest vinnandi felagið í oynni seinastu árini. Fleiri av ungdómsleikarnum hava luttikið í landsliðshópinum hjá BSF. Felagið hevur árliga gjørt leikaraferðir til Íslands fyri at menna okkara leikarar og hugna um teir. Framtíðin sær bjørt út við røskum børnum, sum ynskja at menna seg í badmintonhøpi. Flestu ungdómar í Miðvági og Sandavági hava verið í høllini og roynt seg sum badmintonspælarar.
Kappingarárið 2013-2014 verður merkt av at felagið fyllir 50 ár. Hóskvøldið verður fyrsta tiltakið í Høllini á Giljanesi. Vit byrja kl 17.30. Á skránni verður hugnalig doublekapping. Drekkamunnur og køkur verða at fáa. Tiltakið er fyri øll, sum hava hug at hugna sær og heiðra MBF á 50 ára degnum. Seinni í kappingarárinum verða onnur og annarleiðis tiltøk.
Onki felag stendur seg uttan einstaklingar, ið vilja taka ábyrgd, og standa fyri. Nevnd og leikara í MBF vilja bera hjartans tøkk til tykkum, sum hava tikið hond um felagið frá byrjan til nú. Hjartaliga tillukku til okkum og tykkum á 50 ára degnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald