Politikkur

Miðstaðarøkið í Miðvági - arbeiðið byrjar nú

...

2017-03-21 17:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vága býráð samtykti á fundi, tann 20. mars 2017, at byrja uppá at gera Miðstaðarøkið í Miðvági.

Byrjað verður í økinum millum Miðvágs Skúla og viðarlundina.

- Áarbakkin verður lagdur við stórum steinum, bert ein steinur í hædd. Ongar klípur vera lagdar millum steinarnar soleiðis, at síl sleppa inn ímillum teir at fáa skjól.

- Spuliplenan og brúgvavangarnir við síðuna av henni verða tikin burtur.

- Brúgvavangarnir verða laðaðir við mosagróti.

- Trappan verður laða við skotnum gróti, sum kommunan eigur á goymslu.

- Gamla betong brúgvin til viðarlundina verður hampa.

- Trøini millum ??san og gamla grótgarðin verða tikin burtur.

- Grótgarðurin verður reinsaður fyri gras og mosa, so hann verður meira sjónligur.

- Nýggj træbrúgv verður gjørd um Hýsisá, har træbrúgv var fyrr í tíðini.

??tlanin er, at sjálvboðin skulu gera part av arbeiðinum, meðan arbeiðsfólkið hjá kommununi ger ein part.

Myndin vísir hvussu økið kemur at síggja út, tá tað er liðugt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder