Mentan

Miðnámsrit út í bók

...

2014-12-16 03:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv.

Miðnámsrit er greinasavn, sum viðger námsfrøðiligar og fakligar spurningar, sigur søguna hjá føroysku miðnámsskúlunum, rekir fakfelagsrørsluna hjá miðnámsskúlalærarum og mangt annað forvitnisligt. Komið verður m.a. inn á nýggja próvtalsstigan, opinleika um ársmet, skúlabøkur á føroyskum og meting í undirvísing og læring.

Tað hendir nógv spennandi á miðnámsskúlaøkinum og í føroyska skúlanum sum heild. Nógv hevur almennan áhuga, og tí geva vit hesa bók út. Til rannsakan og sjálvrannsakan. Í bókini eru 24 greinir. Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson hava ritstjórnað. Forlagið Glint gevur hana út.

Bókin kostar 70,-krónur og fæst til keyps í Riti og Ráki og Gamla Bókhandli.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder