Miðnámið fyrireikar av álvara okkara ungu at taka ábyrgd av teirri frælsu tjóðini. Vit fara at eftirmeta skipanina við breytum og yrkismiðnámi fyri at tryggja, at vit brynja hesi ungu so væl, sum tilber.
Førleikamenning fyri starvsfólk
At menna og útbúgva okkara fólk er tí tann besta íløgan, vit kunnu gera, og avkastið er nógv størri, enn vit kunnu ímynda okkum. Lærarar og leiðslur á miðnámi skulu hava bestu fortreytir fyri førleikamenning.
Námsfrøðiliga útbúgvingin fyri øll tey, sum undirvísa á miðnámi má og skal leggjast í ein vælvirkandi føroyskan leist og ikki sum nú forða fyri, at lærarar verða lidnir við kravdu skeið og starvsvenjing. Langa bíðirøðin skal fáast burtur og skipanin skal um stutta tíð vera ein sameindur partur við starvið á miðnámi ??? bæði í mun til arbeiðstíð og lønarviðurskifti - og skal í størstan mun byggjast upp í føroyskum jørðildi við støði í øllum førleikunum, sum Fróðskaparsetur Føroya hevur og fer at hava.
Leiðslur skulu hava bestu sømdir at virka undir og skulu áhaldandi fáa skeiðs- og útbúgvingarmøguleikrar ??? tey leiða á einum øki, har okkara fremsta tilfeingi ger seg klárt lívsins avbjóðingar í útbúgving og starvi.
Breytaskipanin
Breytaskipanin gongur á 3. ári og rætt er at eftirmeta skipanina og kýta seg at bøta um tey viðurskifti, sum ikki eru nóg góð, tí fakligi trivnaðurin hjá starvsfólkinum má vera í hásæti, um vit skulu megna at seta næmingin í miðdepilin.
Lærarar mugu eisini í hesum sambandi áhaldandi hava møguleikar fyri førleikamenning til at virka undir broyttum fakligum krøvum eftir námsfrøðiliga stevnuni um førleikamál.
Ein støðug eftirmeting og gransking skal tryggja okkum, at vit í Føroyum hava bæði ein góðan tíðarhóskandi miðnámsskúla, sum fyrireikar okkara unga fólk at taka við stórum ábyrgdum.
Næmingatrivnaður
Framsókn hevur í verandi tingsetu sett ljóskastaran á trivnaðin millum tey ungu innan skúlagátt og lagt uppskot fram um sálarfrøðing til miðnám. Hendan skipan er nú júst sett á stovn og nú er rætt at byggja hana upp eftir skilagóðum leisti, so tann týdningarmikla fyribyrgingin móti sálarsjúku og trupulleikum við trivnaði kann fara fram nóg tíðliga á lívsleiðini hjá fleiri. Hetta samfelagið hevur ikki ráð til, at sálarheilsa teirra ungu ikki verður raðfest.
Undirvísngartilfar
Tíðin er komin til at seta størri ferð á at gera undirvísingartilfar á føroyskum til allar kravdar lærugreinir á miðnámi ??? í minsta lagi til C stig. NÁM er í nógv størri mun farið til verka á miðnámsstøði eisini og tað er alneyðugt, at vit sum samfelag nú raðfesta so stovnurin fær hóskandi fígging til hetta arbeiðið
Vel eitt framfýsið føroyskt miðnám
Hanna Jensen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald