Politikkur

Miðlaumrøða undir valstríðnum

...

2015-08-10 15:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Undir valstríðnum mátar felagið hjá samfelagsfrøðingum, SamFelagið, umrøðuna hjá flokkum og valevnum í føroysku fjølmiðlunum.


- Endamálið er at vísa í hvønn mun politiskir flokkar og valevni sleppa til orðanna í fjølmiðlum undir valstríðnum upp til komandi løgtingsval, sigur Gestur Hovgaard, formaður í Samfelagnum.


Við bløðum, netmiðlum, sjónvarpi og útvarpi eru flestu sløg av fjølmiðlum umboðaði í kanningini. Sjónvarpið og útvarpið hjá Kringvarpi Føroya, bløðini Sosialurin og Dimmalætting, netmiðlarnir Portal.fo, In.fo, VP.fo og Norðlýsið.fo eru valdir burturúr til kanningina.


Greinir og innsløg, sum metast at snúgva seg um komandi løgtingsval, eru grundarlagið undir kanningini. Mátingin byggir á ítøkiligar tilvísingar til politiskar flokkar og valevni í innsløgum og greinum í útvaldu fjølmiðlunum. Tað eru limir í SamFelagnum, sum gera mátingarnar.


Sambandsflokkurin hevur fingið mestu umrøðuna undir valstríðnum higartil. Hann hevur fingið umleið 30 prosent av allari umrøðu. Formaðurin Kaj Leo Holm Johannesen er tann politikarin, sum er nevndur oftast.

 Kanningin sæst á www.samfelagid.fo/val og verður dagførd hvønn dag upp til løgtingsvalið .



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder