
Vilt tú vera við til at mynda grafiska samleikan hjá tjóðarflogfelagnum? Vit sóknast eftir einum miðlagrafikara tilsølu- og marknaðardeildina hjá Atlantic Airways.
Tú verður partur av eini dynamiskari marknaðardeild, harferðin ofta er høg, og arbeiðið er spennandi og fjølbroytt.Á deildini starvast fýra eldhugað og dugnalig starvsfólk,og saman stendur toymið fyri allari marknaðarføring oggrafiskum samskifti hjá Atlantic Airways.
Tú fert at hava ábyrgdina av at gera grafiskt tilfar til okkarasamskiftismiðlar t.d. heimasíðu, Atlantic Review, sosialarmiðlar, lýsingar og annað grafiskt arbeiði. Harumframtskalt tú eisini arbeiða við øðrum verkætlanum og uppgávum.
Fyri okkum er tað umráðandi, at tú ert kreativ/ur, hevureitt gott grafiskt eyga og ert ágrytin. Tú dugir væl atarbeiða sjálvstøðugt, eins væl og í toymi, tú megnarat arbeiða undir trýsti og at hava nógvar bóltar í luftinisamstundis.
Tú dugir væl at brúka forrit sum Adobe Photoshop,Adobe Illustrator og Adobe Indesign og hevur góðankunnleika til sosialu miðlarnar, og hvussu hesir virka. Túverður lærumeistari hjá okkara miðlagrafikaralærlingi,og tí er tað eitt krav, at tú ert útbúgvin (miðla)grafikari.
VIT BJ??ÐA:
Rætta viðkomandi kunnu vit bjóða eitt spennandi, fjølbroytt og fleksibult starv, har tú fert at hava stóra ávirkaná grafiska samskiftið og samleikan hjá Atlantic Airways.
Talan er um fulltíðarstarv at byrja skjótast til ber. Løniner sambært avtalu, og tú vísir til sølu- og marknaðarleiðaran.
ÁHUGAÐ/UR?Fá fleiri upplýsingar um starvið frá Árna Olsen, sølu- ogmarknaðarleiðara, á tel. 213777 ella frá Elini Sigvardsen,HR-leiðara á tel. 213702.
Umsókn, lívsrensl (CV) og onnur viðkomandi skjøl skulusendast við telduposti til [email protected] í seinasta lagi9. august 2021
UM OKKUMAtlantic Airways er tjóðarflogfelag Føroya. Í fyritøkunistarvast í løtuni 130 eldhugað og tænastusinnaðstarvsfólk í nógvum ymsum starvsbólkum. Okkarafremstu uppgávur eru at knýta Føroyar nærri umheiminum og at knýta oyggjar saman og skapatryggleika
ATLANTIC AIRWAYS
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald