Eftir tíðindafundin í Kaffihúsinum í gjár, hitti JN.fo formannin í Miðflokkinum Jenis av Rana, har vit fingu eitt prát við hann.
Jenis legði dent á, at Miðflokkurin vil varðveita Føroyar sum eitt land, sum er bygt á trygga grund - ikki á sandbotn.
Fyri 4 árum síðan segði Miðflokkurin, at teir vildu skapa fleiri arbeiðspláss - nú er talið av teimum arbeiðsleysu so lágt, sum tað ikki hevur verið í fleiri ár - seinastu tølini hjá ALS siga, at nú eru 660 arbeiðsleys, 410 kvinnur og 250 menn.
Vit koma í komandi tíðum, at leggja dent á, at einki av okkara tilfeingi skal blakast út, alt skal til lands og peningur skal fáast burturúr øllum, segði Jenis.
Jenis legði dent á, at teir velja tað samgonguna, sum heldur fast við kristnu virðini.
Jenis helt eisini, at onkur bólkur í samfelagnum var í so ágangandi á tey kristnu virðini, men tað síggja vit um allan heim.
Formaðurin í Miðflokkinum, helt at flokkurin hevði fingið góð valevnir til komandi val, hann roknaði við, at Miðflokkurin fór at fáa eitt gott val.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald