Politikkur

Miðflokkurin vil hava Putin og Trump til Føroyar at fundast

...

2017-01-18 22:52 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í sambandi við at komandi amerikanski forsetin Donald Trump alment hevur boðað frá, at hann sum eitt tað fyrsta ætlar at møta russiska forsetanum Vladimir Putin, og at hann møguliga ynskir at halda fundin í Íslandi, mælir Miðflokkurin løgmanni til at bjóða teimum til Føroya at fundast. Føroyar er eitt av fáum samfeløgum í heiminum, sum hava frið við bæði stórveldini. Landafrøðisliga støða Føroya talar eisini fyri møguleikanum.

Sum lítið oyggjaland eru Føroyar vælegnaðar til fundir millum ríkisleiðarar við serligum atliti at trygd og tilbúgving. Samstundis eru Føroyar millum heimsins vakrastu og mest sjáldsomu náttúruperlur, sum kunnu geva ríkisleiðarum stórfingna uppliving, samstundis sum hetta eisini kann seta Føroyar á heimskortið.

Vegna Miðflokkin


Jenis av Rana

Bill Justinussen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder