Politikkur

Miðflokkurin kærir løgmann

...

2017-01-16 07:53 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Evni: avgerð løgmans um at leggja grein 14 stk. 2 í hjúnabandslógini undir málsøki mentamálaráðharrans.


Vísandi til grein 38 í Stýrisskipanarlógini og grein 2 í starvsskipan nevndarinnar heita vit, Miðfloksins vegna, á landsstýrismálanevndina at taka til viðgerðar kæru um avgerð løgmans at lýsa stk. 2 í grein 14 í hjúnabandslógini at vera yvirtikið.

Við kunngerð, lýst í bløðunum, og fráboðan í kunngerðarblaðnum, givið út 15. decembur 2016, boðar løgmaður frá, at hann, uttanum Føroya Løgting, hevur lýst grein 14 stk. 2 í hjúnabandslógini at vera yvirtikið og lagt tað undir málsøki mentamálaráðharrans. Við hesum setur løgmaður seg yvir fólkavalda og lóggevandi vald føringa og stýrisskipanin okkara, sum í grein 46 nágreinar, at mál bert kunnu yvirtakast sambært løgtingslóg

Hvørki stýrisskipanin ella aðrar lógir heimila løgmanni ella løgmanni og donskum myndugleikum at taka avgerðir um yvirtøkur. Heldur ikki finnast lógarheimildir, ið geva løgmanni ella øðrum myndugleikum rætt at tulka ikki yvirtikin mál til yvirtikin at verða. Slíkar royndir at trumfa sín vilja ígjøgnum eru óhoyrdar í okkara demokratiska heimsparti og mugu metast at verða tað nærmasta vit í Føroyum eru komin valdsmisnýtslu.

Midflokkurin heitir á nevndina um at kanna og lýsa málið út í æsir, so øllum gerst greitt, at løgmaður her hevur sett seg yvir løgtingið og harvið hevur forbrotið seg móti evsta valdi føringa.


á Løgtingi 12. januar 2016



Bill Justinussen
Jenis av Rana

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder