JN

Miðflokkurin: Broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

...

2017-08-01 09:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

§ 1

Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 107 frá 3. november 2016, verða gjørdar hesar broytingar:

1.Í § 7 b, stk. 1 og 4 verður "2018" broytt til: "2020".

2. Í § 7 c, stk. 2 verður"hava gildið í 5 ár" broytttil:"hava gildið í 2 ár".

§ 2

Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar:

Føroyska fiskivinnan, og av henni avleiddar og tilknýttar vinnur, hevur seinastu árini blómað og ríkað samfelagið á ein hátt, sum vit bert kundu droyma um fyri fáum árum síðani. Gudgivna ríkidømið varð stýrt til avreiðingar her á landi, heldur enn í fremmandum londum og hetta, saman við øðrum djørvum politiskum tiltøkum, góvu vinnuni tann stabilitet, sum kravdist so hendan kundi mennast.

Áralong politisk naggatódn, fráboðaðu fiskivinnunýskipanini viðvíkjandi, hóttir tíverri víðari framburði og liggur sum eitt køvandi skýggj yvir føroyska samfelagnum. Reiðarar og vinnulívsleiðarar, sum skilagott hava arbeitt hond í hond við politiska myndugleikan, velja at repa seglini, halda aftur og meta framtíðarútlitini ov ótrygg at vera. Beinleiðis spurdir viðganga hesi, at tað er politiska ráðaloysið og hóttanir um inntriv, tey ræðast. Framburðurin er tí tíðuliga hóttur, nú 2018 stendur beint fyri durum.

Heilt afturi í 2007 varð verandi fiskivinulóg einmælt samtykt at fara úr gildi 1. januar 2018. Tóat serliga farna og núverandi samgonga hava havt sum greitt mál, og hava lagt nógv arbeiði í, at nýggj skipan skuldi verða liðug, tá gamla leggur inn árar, so er hetta ikki eydnast og nú má tíðin metast at vera farin frá okkum. Serliga vinnulívið hevur tørv á einum "time out", eini tíð, har vinnan, bæði á sjógvi og landi, fær møguleika at seta kós aftur, uttan at hava ivasamar broytingar hangandi yvir sær sum ein hóttan.

Uppskotið hjá Miðflokkinum er tí, at politiski myndugleikin tekur av tí møguleika, núverandi lóg gevur, og leingir hana við tveimum árum, til 1. januar 2020. Hetta vilgeva vinnuni tann frið og ta tíð, sum krevst at leggja ætlanir fyri framtíðarrøkt av stóra og ríka fiskiríkidømi okkara. Harnæst gevur hetta politisku flokkunum neyðuga skotbráðið, nú skipanin er so gjøgnumarbeidd av flestu, at finna eina breiða semju fyri einum nýggjum fiskivinnuuppskoti, sum av sonnum kann bera heitið ein nýskipan.

Serligar viðmerkingar:

nr. 1: Í § 7 b verður ásett, at lógin hevur gildi til 1. januar 2020. Hetta merkir, at givin veiði- og fiskiloyvi hava gildi í tvey ár afturat, t.e. fram til 1. januar 2020.

nr. 2: Í § 7 c, stk. 2 verður gildisásetingin á veiðiloyvum broytt til 2 ár.

á Løgtingi, 29. juli 2017

V. Miðflokkin

Bill Justinussen og Jenis av Rana

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder