Politikkur

Miðflokkurin ætlar at fáa trý fólk á ting

...

2015-08-06 16:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í morgun hevði Miðflokkurin bjóða pressuni til tíðindafund í Kaffihúsinum. 

Jenis Av Rana, formaður, kunngjørdi 10 persónar, sum stilla upp. Av teimum eru sjey nýggj, og trý hava stillað upp áður. Miðflokkurin væntar, at møguliga koma fimm fólk á listan afturat.

Enn er ikki avgjørt um Karten Hansen stillar upp.

Teir, sum hava stillað upp áður eru, Jenis Av Rana, Bill Justinussen og Rani Skaalum.

Hini sjey, sum stilla upp á fyrsta sinni eru: Rasmus Hammer, Lív Justinussen, Vilhelm Hendrik í Skálanum, Esmar Petersen, Maibritt Frederiksberg, Martin Kúrberg og Jákup Suni Lauritsen.

Jenis Av Rana, segði á fundinum, at tað hevur alstóran týdning, at fáa nýggj fólk á listan, og eisini hevur flokkurin gjørt stórt arbeiði fyri at fáa kvinnur við, men tað er sera ringt, at fáa tær at stilla upp. 

JN.fo spurdi Jenis, um hann helt listan vera sterkan. 

- Ja, tað haldi eg avgjørt, vit hava fólk, sum eru dugnalig úr øllum landinum, tó eru eingi fólk komin á listan úr Suðri enn. So eg vænti, at vit fara at fáa nógvar atkvøður, og málið hjá okkum er at fáa trý fólk á ting.

Myndirnar hevur Tóri Nielsen tikið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder