Ítróttur

Michael van Praag vitjar aðalfundin

...

2017-02-10 23:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Leygardagin 18. februar verður árligi aðalfundurin hjá FSF. Gestur á fundinum hesaferð verður Michael van Praag, forseti í hollendska fótbóltssambandinum, og nevndarlimur í UEFA.

Nevndarval og val av forseta er á skránni, tá árligi aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya er á skránni leygardagin 18. februar, klokkan 13:00. Fundurin verður í FSF-húsinum við Tórsvøll í Havn.

 

Men áðrenn fundin er kortini greitt, at teir, ið standa fyri vali til starvsnevndina hesaferð, Róin Schrøter, Fríðin Ziskason og Jákup Martin Joensen verða afturvaldir fyri næstu fýra árini, og sama er galdandi fyri forsetan síðani 2010, Christian F. Andreasen.

 

Á seinasta starvsnevndarfundi, sum var 6. februar, bleiv roknskapurin fyri í fjør góðkendur, og vísir eitt yvirskot á góðar 630.000 krónur.

 

Vanligt er, at útlendskir gestir, umboðandi UEFA, eru hjástaddir, tá aðalfundurin er á skránni, og soleiðis verður aftur í ár. Hesaferð er tað Michael van Praag, forseti í hollendska fótbóltssambandinum, og nevndarlimur í UEFA, sum vitjar.

 

Aðalfundurin í ár er tann 39. í røðini, síðani felagsskapurin varð settur á stovn tann 13. januar í 1979.

 

Michael van Praag, forseti í hollendska fótbóltssambandinum, verður gestur á aðalfundinum hjá Fótbóltssambandi Føroya, sum verður í FSF-húsinum leygardagin 18. februar, klokkan 13:00

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder