Skrivligur fyrispurningur
til
løgmann, Bárð á Steig Nielsen
Løgtingsmál nr. S-3/2019: Viðvíkjandi inngjaldi til Heilsutrygd
1. Hvørjar grundgevingar hevði Løgmansskrivsstovan í 2016, øvugt av úrskurði frá Kærunevndini í almanna-, familju- og heilsumálum, fyri at geva Heilsutrygd boð um at krevja inn heilsutrygdargjald frá útisiglarum, sum eisini hava goldið inn til Folketrygd í Noregi?
2. Metir løgmansskrivstovan, at lógin um stýrisskipan Føroya er yvir øðrum landsins lógum?
3. Metir løgmaður, at boðini til Heilsutrygd um at krevja inn heilsutrygdargjaldið samsvara við § 55, litra a í Stýrisskipanarlógini ?
4. Eru ætlanir um at broyta lógina um Heilsutrygd samsvarandi úrskurðinum hjá Kærunevndini í almanna-, familju- og heilsumálum og gera lóggávuna á hesum øki greiðari ?
Viðmerkingar:
Norðurlendska avtalan frá 2012 um sosialar skipanir ásetur, at ein borgari skal ikki noyðast rinda í eina sosiala trygging í meiri enn einum Norðurlandi.
Lógin um stýrisskipan Føroya ásetur í § 55, litra a at løgtingslóg, ella partar av hesi, ikki hevur gildi, um hon gongur ímóti millumtjóðasáttmála sum Føroyar hava gjørt við onnur lond.
Fyri 6 árum síðani kærdi borgari, sum rindaði heilsutrygdargjald til norska Folketrygd, eina avgerð hjá Heilsutrygd til Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum, sum hóast norðurlendsku avtaluna kravdi, at viðkomandi eisini skuldi rinda heilsutrygdargjald í Føroyum.
Kærarin fekk viðhald í kærunevndini.
Løgmansskrivsstovan hevur í 2016 sagt, at sambært Stýrisskipanarlógini eru millumtjóða sáttmálar bindandi, og at ein løgtingslóg ikki er galdandi í teimum førum, har hon gongur ímóti einum millumtjóða sáttmála, sum heimastýrið hevur gjørt.
Síðani hevur verið at frætt í miðlunum, at Heilsutrygd hevur vent sær til Løgmansskrivstovuna, sum í 2016 hevur givið Heilsutrygd boð um at halda áfram at krevja inn heilsutrygdargjald eftir lógini um Heilsutrygd.
Spurningurin er tí, um boðini hjá Løgmansskrivstovuni eru í samsvari við Stýrisskipanarlógina.
Farin eru 6 ár, síðani fyrsti borgarin kærdi um hesi viðurskifti, og framvegis er ongin loysn í eygsjón. Síðani tá eru nógvir aðrir borgarar komnir í klemmu í skipanini, og eru tað framhaldandi.
Frá hesum borgarum frættist, at tað er sera møðsamt at berjast ímóti skipanini, og hetta drepur hugin til virkisfýsni uttanlands.
Hesar inntøkur vunnar uttanlands hava ovurhonds stóran týdning fyri búskap okkara; seinastu metingarnar eru, at oman fyri eina milliard kr. kemur árliga inn í landið.
Tí er tað av størsta týdningi, at vit ikki brúka meiri tíð til rættarmál, sum ganga í áravís, men broyta tær lógir beinavegin, sum volda okkum og borgarum okkara trupulleikar og leggja fótonglar fyri virkisfýsni.
Á Løgtingi, 11. februar 2020
Brandur Sandoy
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald