Tað er Ásbjørn Nielsson Nattestad, sum hevur mett um dystirnar í Hvonndeildini hetta vikuskiftið fyri jn.fo.
Neistin - VB, í høllini á Hálsi sunnudaginklokkan 14:30.
Spenningurin í Hvonn-deildini er øgiligur. Neistin er fremst við 15 stigum fyri 10 dystir og VÍF er nr. 4 við 12 stigum fyri 9 dystir. Tí verður sæð við stórum spenningi fram til dystirnar í vikuskiftinum.
Neistin hevur til tíðir leikt sera væl, og skula tær vinna enn einaferð á VB so skal tað ganga væl. Milica Rankovic er við aftur eftir leikbann og kemur hon at hava ein leiklut saman við Báru Hansen. Skal Neistin fáa bæði stigini so er týdningarmikið, at tað eydnast væl hjá Milicu at fáa síni mál, meðan Bára skal finna væl saman við Biritu Wardum á strikuni. VB hevur eitt gott lið, sum er sterkt á øllum plássum. Tær verja væl og kontant, meðan í álopspartinum hava tær bæði kvikar vengur og eisini skotsterkar bakkar. VB hevur víst seg at vera millum sterkastu liðini í ár hóast tær enn bert eru nummar trý við tryggum sigrum á Kyndli og VÍF. Hjá VB er serliga týdningarmikið at fáa kontramaskinuna Rannvá Johannesen at skjóta nøkur mál umframt, at tað hevur týdning, at Ingrida og serliga Gintare halda fram við málskjótingini.
Hesin dysturin verður harður og kontantur við helst nógvum útvísingum. Eisini vænti eg rímuliga nógv mál, tí verjurnar eru góðar til at bróta álopini hjá hinum. Hesin dysturin verður eisini tættari enn fyrri dysturin. Vænti tó VB vinnur 25-24.
VÍF - Kyndil, í høllini í Vestmanna sunnudagin klokkan 14:30.
Tað verða tveir sera spennandi dystir í høllini í Vestmanna sunnudagin. VÍF og Kyndil spæla. Ikki bara gomlu rivalarnir í føroyskum manshondbólti, men nú eisini tvey sterk kvinnulið, sum stríðast ein harðan dyst saman við Neistanum og VB um at koma í FM-finaluna. Og í teirri kappingini verður onki avgjørt hetta vikuskiftið, men tað kann hava týdning bæði mentalt og ikki minst innanhýsis at fáa sigrar í slíkum dystum.
Tá tær møttust í Havn hevði VÍF havt tað trupult, men við einum sonnum stríðssigri á einum sera troyttum Kyndils-liðið fekk VÍF luft undir veingirnar. Og hava tær einans mist stig í Vági síðani tá. VÍF hevur helst besta leikaran í Hvonn-deildini higartil í ár, Liljuna Djurhuus. Og seinastu dystirnar hevur Durita Christophersen Jojic eisini verið væl fyri. Og verður spælt uppá teirra styrkir so er einki at ivast í, at VÍF vinnur. Hinvegin hevur smali Kyndils-hópurin eitt sera væl samanspælt lið, har fleiri hava spælt saman í nógv ár. Og tað kann við einum frálíkum málverja koma at gera munin. Trupulleikin hjá Kyndli hevur í ár verið smali hópurin, sum hevur við sær, at orkan viðhvørt gongur undan móti endanum. Bæði móti VB og Neistanum misti Kyndil eitt stig móti endanum. So tað hevur stóran týdning, at venjarnir hjá Kyndli skifta rætt út so leikarnir hava orku til allar 60 minuttirnar.
Eg tori ikki at gita nakað úrslit. Hjarta letur ongan iva vera um hvør vinnur. Men vænti so í øllum førum ein sera, sera javnan dyst, sum ikki verður avgjørdur fyrr enn í seinastu løtu. Kanska hevndarhugurin hjá Kyndils-kvinnum spælir ein leiklut og tær vinna. Hinvegin er VÍF komið rættuliga í gongd og so kann alt henda.
Stjørnan - Søljan, í KÍ-høllini sunnudagin klokkan 15:00.
Botndysturin í deildini. Og skulu liðini hava stig so skal tað vera í hesum dystunum. Seinast vann Stjørnan við 10 málum og vænti eg, at tað verður nøkunlunda tað sama ella kanska enn meira hesaferð. Søljan hevur ikki rættuliga klára at víst nakað sum helst, og enn einaferð vænti eg, at tær vera bukaðar. Stjørnan hevur eina rúgvu av leikarum at taka av, men trupulleikin er, at tær eru í alt ov vánaligum formi. Summar dystir megnar tær at fylgja við eina løtu, men móti endanum av hvørjum hálvleiki gongur ímóti. Tó so hendan dystin vinnur Stjørnan trygt.
Væntið Stjørnan vinnur 25-14.
Les eisini: VÍF eigur toppskjúttarnar í hondbólti.
Í morgin kemur Ásbjørn út við einari meting av teimum dystinum, sum verða spældir í Atlantic Airways deildini sunnudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald