JN.fo hevur fingið, Ásbjørn Nielsson Nattestad at mett um dystirnar í Hvonndeildini hetta vikuskiftið.
Søljan - Kyndil, í dag klokkan 18:00.
Í dag tekur botnproppurin Søljan móti ein av størstu favorittunum til eitt finalupláss, Kyndli. Søljan hevur í ár havt stórar trupulleikar í øllum dystunum og væntandi verður sama skil hesaferð. Síðani seinast hevur Søljan skift venjara og spennandi verður at síggja um Jakob Jónsson megnar at yvirraska móti greipuvinnarunum í fjør. Kyndil hinvegin tapti í seinasta dystinum móti VÍF einans tríggjar dagar eftir tveir sera harðar Evropa Cup-sigrar. Kyndil hevur annars fingið eina góða byrjan uppá kappingina hóast skaðar hava ávirkað. Nú eru allar um at vera klárar hóast Marianna G. Eystberg er sera ivasom. Kyndil vinnur uttan iva dystin sera sannførandi. Spurningurin er so hvussu nógv Jakob hevur megna broytt hesar fyrstu dagarnar og samstundis hvussu nógv Kyndil leggur fyri dagin. Skal eg skjóta uppá eitt úrslit so fari eg at skjóta uppá 33-12 til Kyndil.
StÍF - Stjørnan, í morgin klokkan 14:30.
StÍF er eisini stórfavorittur í sínum heimadysti móti Stjørnuni. StÍF hava vunnið móti VÍF og Søljuni og tapt móti Kyndli og Neistanum í ár. Liðið hevur ligið eitt sindur aftanfyri toppliðini seinastu árini, men í ár sær út til, at tær hjá StÍF ætlar sær meira og prógvar sigurin á VÍF tað væl. Stjørnan hevur ikki fingið serliga góða byrjan uppá kappingarárið, men seinastu tveir dystirnar hava úrslitini verið betri og tí er kanska vón um eina bjartari framtíð í Klaksvík. Í løtuni er StÍF tó eitt vet ov sterkt og tí vænti eg ein tryggan sigur til StÍF. Eitt skot kundi verið 27-15.
VB-VÍF, í morgin klokkan 15:00.
Í morgin verður eisini mest spennandi dysturin hetta umfarið. Tá tekur VB móti VÍF í einum dysti, sum veruliga kann senda annað liðið afturum í kappingini um finalupláss. VB hevur fingið eina ok byrjan uppá kappingarárið við tapinum á heimavølli móti Neistanum sum eitt stórt minus. Annars hava vágskvinnur víst seg at vera sera sterkar og fara tær heilt vist at vera tætt við eitt finalupláss. Harafturat vænti eg, at Jón Bjarnason fer veruliga at hjálpa Claus Rasmussen á tí fysiska økinum, og tað kann VB vinna nógv uppá. VÍF fekk eina serstakliga vánaliga byrjan uppá kappingina og tað sá eisini út til, at tær fóru ikki eingong at røkka heiðursmerkjum. Men so megnaðu tær at stríða seg til sigur móti Kyndli í Havn og blandaðu seg við í kappingina um finalupláss aftur. Og tað er ikki minst takka verið eini stórspælandi Liljan Djurhuus, sum hevur skotið ikki færri enn 44 mál higartil. Í heili trimum av fimm dystum hevur hon fingið tvísiffra tal av málum. Og skal VÍF vinna í Vági er neyðugt við líka góðum stríðsvilja, sum í Havn móti Kyndli eins og Liljan er líka væl spælandi. Fyri VB er týdningarmikið, at lata Rannvá Johannesen renna nøkur skjótálop, meðan Ingrida og Gintare koma at vera týdningarmiklar. Eitt git til úrslitið er 23-22 til VB.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald