Tað er Ásbjørn Nielsson Nattestad, sum hevur mett um dystirnar í Atlantic Airways deildini hetta vikuskiftið fyri jn.fo. Báðir dystirnir byrja klokkan 16:00 sunnudagin.
VÍF - Kyndil
Í Vestmanna møtast gomlu arvafíggindarnir í einum sonnum toppbrakið. Liðini eru ávikavist nummar eitt og tvey og eru samstundis formsterkastu liðini. VÍF tapti ársins fyrsta dyst á Skála, men hava síðani vunnið teir átta seinastu dystirnar. Kyndil fekk fyrst fimm stig í trimum dystum og síðani fingu teir bert eitt stig í trimum dystum har teir eisini fingu einans 57 mál. Men síðani tá hava teir fingið fimm sigrar á rað og liggja í verandi løtu klárt á øðrum plássið.
VÍF var undan kappingarbyrjan ein av størstu favorittunum, og hava teir megna at liva upp til favorittheitið higartil. Við einum breiðum og sera sterkum hópi og einum frálíkum venjara liggja teir heilt klárt til eitt finalupláss. Liðið spælir skjótan og áhugaverdan hondbólt og eru eisini sterkir uppá skjótálop. Verjan er eisini sera sterk har Heini Hanusarson er leiðarin og so er VÍF ómetaliga væl mannað á málmanspostinum við ikki færri enn trimum framúr góðum málverjum. Niklas Simonsen hevur verið fyrstaval í ár og hevur staðið ótrúliga væl, meðan Tóki Seloy eisini hevur gjørt tað gott tá hann er komin inn. Eftir er so málverjulegendan Eli Muller, sum ikki hevur fingið so nógva leiktíð í ár. Men við slíkum talentum sum Niklas og Tóka er væl skilligt hví.Filip hevur aftur í ár bumba nógvar bóltar í málið, meðan Julian Olsen og Mads Eriksen eisini hava verið framúr.
Sterkasta vápnið hjá Kyndli er verjan saman við málverjanum. Mangan sigst, at málverjar standa væl um verjan stendur væl og onkuntíð umvent. Kyndil hevur í málinum Mladen Mjerimacka og uttan at takað nakað frá teimum mongu málverjunum, sum hava gjørt tað sera væl seinastu árini, so er Mladen møguliga besti málverjin, sum hevur spælt í føroysku landskappingini. Og skal Kyndil vinna í Vestmanna skal hann veruliga spæla upp til sítt allarbesta umframt, at hann skal fáa góða hjálp frá verjuni, sum verður stýrd av Hans Arna Thomsen og Frank B. Askildsen. Hvussu væl tað hevur eydnast í verjupartinum hjá teimum grønu sæst best við, at VÍF er einasta liðið, sum hevur fingið meiri enn 23 mál móti Kyndli, og var tað í seinasta tapinum hjá Kyndli, og ikki færri enn fimm ferðir út uppá 10 dystir hevur Kyndil megna at hildi mótstøðuliðnum niðri á færri enn 20 málum.
VÍF skal finna ein máta at fáa bóltarnar framvið í Mladen í málinum, meðan Kyndil skal ansa eftir ikki at geva VÍF ov nógv skjótálop. Tað eru uppskriftirnar til sigurs hjá teimum báðum arvafíggindunum. Hvør fer at vinna er ilt at meta um, men við hópinum, sum VÍF hevur umframt, at teir hava vunnið átta sigrar á rað so eru teir favorittar til at vinna. Men hetta er ein arvafíggindauppgerð og Kyndil hevur eitt tap at hevna, so tað kann alt henda. Tó skal mann ikki væntað nógv mál í dystinum. Mítt git verður 23-22 til Kyndil.
Les eisini: VÍF eigur toppskjúttarnar í hondbólti.
H71 - KÍF
H71 tapti fyrst tveir dystir, vunnu síðani fimm og komu uppá annað pláss, men hava síðani tapt móti teimum báðum liðunum, sum liggja frammanfyri. KÍF fekk eina sera vánaliga byrjan uppá kappingarárið, men eftir, a Nicklas Selvig er komin við aftur tykist vend vera komin í hjá kollfirðingum. Og hjá báðum grannunum er sera týdningarmikið at vinna hendan dystin fyri at vera við í kappingini um FM-pláss.
H71 hava verið nakað skiftandi í hesum kappingarárinum. Summar dystir hava teir spælt heilt væl og víst veruliga styrkið, meðan tað aðrar dystir hevur gingið sera striltið. Og skula hoyvíkingar ikki koma ov langt frá Kyndli og VÍF so er týdningarmikið at vinna á grannunum úr Kollafirði. Tað hevur eydnast væl hjá Halli Biskopstø at skipa spælið eftir, at Bogdan fór til Klaksvíkar, og liðið hevur eisini nógvar evnaríkar leikarar. Nógvir ungir leikarar eru við, og ikki so nógvir rutineraðir leikarar hóast fleri hava spælt á besta liðnum í nøkur ár, og tað kann koma at hava týdning í tøttum dystum í ár.
KÍF hevur sum skriva fingið Nicklas Selvig við aftur, og tykist tað, at hava lyft FM-vinnarnar, sum ikki fingu tað bestu byrjanina. Hans Eli hevur sum vant gjørt tað framúr, men í mun til undanfarin ár hevur hópurin ikki verið so breiður í ár. Tó so 20 leikarar hava verið við í ár, men fleiri teirra hava einans verið við nakrar heilt fáar dystir. Umframt Nicklas Selvig er Arnbjørn T. Hansen eisini komin aftur og eru tað tveir klassaleikarar, sum kunna gera mun á øllum liðum í landinum, og kann KÍF nú aftur kappast við teimum bestu.
Vænti ein tættan dyst, sum verður vunnin uppá skjótálop, og hevur tað týdning hjá liðunum báðum, at fáa umsett skjótálopini til mál. Mítt git uppá eitt úrslit verður 28-27 til KÍF.
Sí eisini: Metingar í Hvonndeildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald