Ítróttur

Meting av Atlantic Airways deildini

...

2013-11-08 20:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Til hetta vikuskiftið hava vit fingið Áka Mørk at meta um dystirnar í Atlantic Airways deildini.

Kári Horn metur um dystirnar í Elektron deildini, metingin hjá Kára kemur í morgin.


Áki metir at KÍF vinnur í Klaksvík uttan stórvegis trupuleikar. Í Vestmanna væntar hann, at VÍF vinnur, men um kyndlamenn raka dagin, so kann dysturin gerast javnur og spennandi. Í Hoyvík kemur tað at fella uppá um Sveinur Justinussen spælir við strandinum ella ikki, um hann ikki er við væntar Áki, at tað verður ov stórur biti, hjá strandingum, at vinna á H71 sunnudagin.


Team Klaksvík ??? KÍF 18:00 leygardagin.

Klaksvíkingar vunnu seinast sín fyrsta dyst útav 30 møguligum í bestu føroysku hondbóltkappingini hjá monnum. Liðið hjá Team Klaksvík verður uttan iva betri og betri sum kappingin líður, men enn trúgvi eg ikki, at teir eru nóg sterkir til at fáa nakað burturúr ímóti KÍF í vikuskiftinum.

Sjálvt um KÍF ikki hevur fingið líka góða byrjan upp á kappingina, sum í fjørð, so vænti eg, at skjóta spælið hjá kollfirðingum verður ein alt ov stórur biti hjá Team Klaksvík.

Greiður sigur til KÍF.


VÍF ??? Kyndil 16:00 sunnudagin.

Tað tykist sum, at vestmenningar hava fingið glið á sítt spæl, og eru ikki til steðga í løtuni. VÍF hevur eina góða blanding av ungum og eldri leikarum, sum hevur riggað ómetaliga væl seinastu dystirnar, og heldur stórskýttin, Filip, fram við sínum góða stima, so vinnur VÍF.

Kyndil hevur verið sera svingandi í ár. Teir hava vunnið á bæði KÍF og VÍF, men hava síðan tapt ímóti liðum, sum teir helst skuldu vunnið á. Um kyndlamenn raka dagin, so kann dysturin gerast javnur og spennandi.

VÍF vinnur.


H71 ??? StÍF 16:00 sunnudagin.

Hoyvíkingar hava aftur í ár fingið eina byrjan, sum teimum tykist at dáma. Teir vinna nakrar dystir og tapa nakrar, og tað er líkamikið hvørjum teir spæla ímóti. Teir kunnu vinna og tapa hvønn dyst, men at enda er tað altíð nóg mikið til at koma í eina finalu. Seinast vunnu hoyvíkingar ímóti KÍF, við góðari hjáp frá málverjum og málskýttanum, Bogdan. H71 hevur nógv gott fólk, og vænti eg tí, at teir fara avstað við sigrinum.

StÍF hevur í ár kanska tað sterkasta liðið, ið teir hava havt í longri tíð. Tað er ein smeitur fyri teir, at Sveinur hevur sitið uttanfyri við skaða seinastu tíðina, men eftirsum at strandingar hava fleiri fólk í ár, kunnu teir seta annan mann í staðin (sjálvt um eitt og hvørt lið hevði saknað ein leikara sum Sveinur). Um Sveinur spælir sunnudagin, vænti eg, at tað verður ein tættur dystur. Um ikki, so verður tað ov tungt hjá strandingum, hóast garvaðir menn, sum Marius og Alexandur saman við fleiri ungum leikarum, kunnu geva hoyvíkingum skarpan gang.

H71 vinnur.

Støðan

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1KÍF6173140338
2VÍF6190160308
3Neistin6157167-108
4H71616115926
5Kyndil6147149-26
6StÍF6150159-94
7Team Klaksvík6147191-442

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder