Samandráttur:Línuskip:??ll ísfiskalínuskipini liggja við bryggju, men fara út tá veðri og streymurin blíva betri. Møguliga fer okkurt til Íslands. Tvey frystilínuskip eru til fiskarí, eitt við Eysturgrønlandi og eitt við Ísland.
??tróður:Streymurin verður góður, serliga síðst í vikuni. Veðri verður meira umskiftandi, brúkiligt fyrst í vikuni, men ikki so gott síðst í vikuni. Tí vanta vit nakað av útróðri fyrst í vikuni, men minni síðst í vikuni.
Djúpvatnstrolarar: Fimm eru til fiskarí, fýra fiska upsa, meðan ein fiskar blálongu. Vit vanta tveir koma inn miðskeiðis ívikuni, meðan tað er meira ivasamt um hinir koma inn í vikuni. Fiskaríið eftir upsa er smáligt.
Partrolarar:Tað er framvegis ikki tað stóra fiskaríið hjá partrolarunum. Eitt par kemur at landa mánadagin og so hini seinni í vikuni. So liggja nøkur pør við bryggju, men fara út tá veðri batnar.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men fara út tá veðri loyvur tí. Teir fara helst allir at fiska havtasku.
Garnaskip: Bara eitt er á svartkalvaveiðu og eitt fiskar havtasku. Tað sum fiska svartkalva, landa síðst í vikuni, meðan tað sum fiskar havtasku, selur alt beinleiðis. Fiskaríið er smáligt, bæði eftir svartkalva og havtasku.
Kelda: fmf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald