JN

Meting um tilfeingið fyri viku 2

...

2015-01-11 02:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fiskamarknaðurin skrivar:

Línuskip: Vit vantað at 4-5 línuskip koma at landa í vikuni. Tey hava mest av toski og hýsu. Trý frystilínuskip og eitt ísfiskalínuskip eru ávegis til Flemish Kap. Nøkur línuskip er ikki byrjaði enn, men eru til umvælingar ella bíða eftir betri veðri.

??tróður. Streymurin verður góður, men veðri verður vánaligt, serliga fyrst í vikuni, so tí er útlitini fyri útróður ikki góð.

Djúpvatnstrolarar: Allir ísvatnstrolarnir liggja við bryggju, men helst fer onkur út í vikuskiftinum.

Partrolarar: Partrolarnir landa sum vikan líður. Fiskaríið er smáligt eftir upsa. Nøkur pør liggja við bryggju.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju. Fara út at fiska havtasku tá veðri verður betri. Sum veðurforsøgnin er, kann tað ganga ein rúm tíð, áðrenn bátarnir loysa.

Garnaskip: Tað eru 2 garnaskip á svartkalvaveiðu. Tey landa helst síðst í vikuni. Fiskaríið er smáligt

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder