Ítróttur

Mett verður um dystirnar í Coca-Cola kappingini í vikuskiftinum

...

2016-01-28 18:22 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Næstu dagarnir eru nógvir spennandi dystir á skránni í Coca-Cola steypakappingini. Vit hava fingið Hall Danielsen at meta um dystirnar.

KÍF ??? VÍF (Menn), fríggjadagin 29/1, kl. 20.00 í høllini í Kollafirði

Dysturin fríggjakvøldið í Kollafirði er avgerðandi fyri hvør skal koma víðari til hálvfinalurnar í Coca Cola kappingini saman við Neistanum úr bólki 2 hjá monnunum. Men hetta er meira enn tað. Hetta er eisini grannauppgerð í norðurstreymi, kollfirðingar móti vestmenningum. Og so er tað fyrsti dystur hjá Niclas Selvig móti KÍF, eftir skifti til VÍF.

Á pappírinum eru vestmenningar nakað sterkari enn KÍF og hava væl breiðari hóp, men samstundis sum VÍF ikki enn hevur fingið alt at rigga, so vita vit, at kollfirðingar kunnu stríðast, sum stóð tað um lív. Eg vænti tó, at tað verður trupult hjá kollfirðingum, og at vestmenningar vinna ein toluliga greiðan sigur.

StÍF ??? Kyndil (Menn), leygardagin 30/1, kl. 18.00 í høllini á Skála

Leygarkvøldið fellur so avgerðin í bólki 1, hvør skal við H71 í hálvfinalurnar. Lagt er upp til ein sera spennandi og javnan dyst millum StÍF og Kyndil. Kyndil hevur seinnu árini fingið fleiri rættiliga góð úrslit á Skála, m.a tá teir í landskappingini herfyri vunnu trygt, men hjá strandingum er hetta ivaleyst seinasti møguleikin at halda kappingarárinum gangandi, tí StÍF kemur ikki í finalurnar í landskappingini. Hinvegin er hetta helst eisini besti møguleikin hjá Kyndli at røkka finalum í ár.
Eg vænti ein javnan og spennandi dyst, sum at enda koppar til StÍF, sum harvið kemur í hálvfinaluna.

Neistin ??? StÍF (Kvinnur), sunnudagin 31/1, kl. 14.30 í høllini á Hálsi

Dysturin sum er millum hálvfinalistarnir úr bólki 1 hjá kvinnunum í Coca Cola kappingini og avgerð hvør vinnur bólkin. Soleiðis sum støðan er nú, kann tað eisini vera rættiliga avgerðandi at vinna bólkin, tí nógv bendur á, at Kyndil gerst vinnari av bólki 2, og Kyndil er í løtuni sterkari enn bæði VB og VÍF.

StÍF kvinnurnar hava fyrr í ár vunnið móti Neistanum í Havn, men annars hava úrslitini hjá strandakvinnum verið so skiftandi, sum vanligt er hjá teimum. Hendan dystin meti eg at Neistin vinnur toluliga greitt.

VB ??? H71 (Kvinnur), sunnudagin 31/1, kl. 15.00 í høllini í Vági

Mong gjørdust kanska kløkk, at VB vann í Vestmanna móti VÍF, men veruleikin er nokk tann, at VÍF í løtuni er ikki sterkari enn úrslitið sigur. Og VB er helst eisini nakað sterkari enn støðan í hvonndeildini gevur ábendingar um.

VB vinnur eisini á H71, sum hevur havt tað sera trupult móti liðunum úr hvonndeildini. Tað fer helst at røkka til eitt annaðpláss í bólki 2 og harvið skal VB helst møta Neistanum í hálvfinaluni.

Neistin ??? Team Klaksvík (Menn), sunnudagin 31/1, kl. 16.00 í høllini á Hálsi

Við javnleiki móti Team Klaksvík er Neistin víðari úr bólki 2. Og sigast skal at Neistin er greiður favorittur heima móti Team Klaksvík. Team Klaksvík hevur onki annað at spæla fyri enn æruna, og tað eigur ikki at vera nokk móti einum Neistaliði, sum hevur hálvtannað bein í hálvfinalunum. Neistin vinnur móti Team Klaksvík.

Kyndil ??? VÍF (Kvinnur), sunnudagin 31/1, kl. 19.00 í høllini á Hálsi

Seinasti dysturin í bólkaspælinum í Coca Cola kappingini 2016 verður millum kvinnurnar hjá Kyndli og VÍF. Dysturin er avgerðandi fyri hvør skal víðari úr bólki 2. Men tað skal vilja sera illi til hjá Kyndli, um tær ikki koma víðari, tí so skal VÍF vinna við 17 málum. Tá hava VÍF, VB og Kyndil øll 4 stig, meðan málúrtøkan hjá Kyndil verður verri enn hjá VÍF og VB. Men eg vænti als ikki at tað kemur uppá tal, tí hóast at VÍF vann móti Kyndli í Havn í landskappingini herfyri, so vænti eg at Kyndil vinnur ein greiðan sigur á VÍF sunnudagin. Liðið hjá Kyndli er snøkt sagt væl sterkari enn liðið hjá VÍF.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder