Ítróttur

Meting um CocaCola-finaluna hjá monnum

....

2014-02-07 01:31 Author image
placeholder

 Vit hava fingið Jan Ottosen at meta um CocaCola-finaluna hjá monnum. Jan metir at finaludysturin verður sera javnur, har spenningurin kemur at halda sær til seinasta bríksl.

Meting um kvinnudystin kemur í morgin.

CocaCola-finalan KÍF-Kyndil:

Vit gittu longu tá CocaCola kappingin byrjaði, at júst KÍF og Kyndil endaðu sum finalulið. KÍF hevur tey seinastu 3-4 árini leikt teir flestu finaludystirnar, og eru líka sum vandir við uppgávuna. Eingin ivi er um, at tey flestu roknaðu við at KÍF fór at koma í finaluna, longu tá ið kappingin byrjaði. Eisini áðrenn kappingin byrjaði, vóru tað fleiri, sum gittu at Kyndil fór at koma langt, og kanska fóru at koma í bæði CocaCola- og Atlantic Airways-finaluna. Teir hava tó verið eitt sindur svingandi í kappingini, men við nýggju skipani, nú CocaCola- kappingin verður leikt í januar og februar, sær út til, at Kyndil hevur fótað sær og eru komnir í toppform til røttu tíð ??? eisini eru teir við í oddakappingini í Atlantic Airways-kappingini.

Í løtunni eru tað 3 lið, sum eru jøvnsterk - tey eru Kyndil, KÍF og StÍF. KÍF vann hálvfinaluna á StÍF í einum gysara av teimum heilt stóru, har eingin málmunur var, tí gjørdist tað avgerandi hvør fekk flest mál á útivølli og tá vann KÍF. Javnari kann tað ikki blíva - tað er bæði gott fyri hondbóltin og áskoðarar. Hyggja vit eftir tí seinasta dystinum í bólkaspælinum millum Kyndil og StÍF, so vann Kyndil dystin á Skála, tó var avgjørt longu áðrenn dystin at  StÍF kom víðari, so kanska teir ikki góvu seg 100%. Havandi tann dystin millum Kyndil og StÍF og somuleiðis dystirnar millum StÍF og KÍF í huganum, so rokni eg við eini sera sera spennandi finalu.

HV??R VINNUR SO? Mítt boð er ein heilt javnur dystur, har bæði liðini standa til at hava 50% kjans.

Skal Kyndil vinna dystin, so er uppskriftin sera einføld. Teir skulu avslutta orduliga, so at teir kunnu klára til heim í verju, fyri at stoppa tí fantastiksu kontramaskinuni hjá KÍF. Klárar Kyndil tað, og  hava teir eina góða verju og ein góðan málmann , so verður trupult hjá kollfirðingum at fáa nógv mál. Tá  verður Magnus Müller tað vandamiklasta vápnið, hann er byrjaður at bumba mál inn fyri KÍF, hann hevur eitt virkuliga gott skot, og kann verða maðurin sum kemur at skora flest mál fyri teir reyðu. Klára teir grøna úr Havn tær uppgávurnar, so er ikki neyðugt hjá teimum at fá so nógv mál fyri at standa eftir sum CocaCola-vinnari.

KÍF er favorittur til sigurin, tí kunnu teir ikki renna undan, teir liggja nummar 1 í landskappingini, og hava verið tað liðið, sum hevur vunnið mest dystir tey seinastu 4-5 árini, og í fjør vunnu teir eisini greypuna. So tað er klárt, at teir eru favorittar. Hjá teimum telur tað eisini, at koma skjótt aftur í verju -  eftir at teir hava veri í álopi,  verjan verður avgerðandi um hvør vinnur CocaCola-finaluna. Teir mugu og skulu eisini hava gongd á teirr kontramaskinu, um teir ætla at fáa sigurin í hús. Um Kyndla spælarnir bara slappa av í 5 min, so vera teir revsaðir við 3-4-5 málum fyri tað, og tað vil siga - at teir tapa dystin.  Mótsatt so skal KÍF leggja fokus á nakrar spælarar á Kyndla liðnum ??? málmennirnir koma eisini at hava avgerandi leiklut.

Finnnur og David eru báðir góðir spælarar, teir báðir kunnu fáa 10-15 mál tilsamans. Eg haldi, at tað er líkamikið um teir verða mansvardir, ella um man ger onnur ???speciell triks???móti teimum. Nei lat teir skora tað, og havi heldur eitt sindur meira fokus á allar hinar spælararnar, og haldi teimum burtur frá málinum. So  skulu teir reyðu bara seta nøkur skot afturat í málið hjá Kyndil, so hava teir eitt sindur meira at geva av.

??rslit: Ein verju- og heimrenningar dystur, har tað liðið í fyrst missir takið tapur dystin. Haldi at bæði liðini hava 50% kjans, men Kyndil skal kempa eitt sindur meira, fyri at fáa sigurin í hús.

K??F-arnir hava vilja av stál, teir kunnu blíva við og blíva við  og kempa allan dystin.

Ein sera spennandi finala, við nógvum spenningi í 60-minuttir ??? Tað hevur verið ein spennandi steypakapping og leygardagin verður spenningurin í topp til CacaCola-vinnarin er funnin.  

Toppskjúttarnir í steypakappingini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder