Ítróttur

Meting av CocaCola-finaluni hjá kvinnum

...

2014-02-07 23:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Jan Ottosen metir her um CocaCola-finaluna millum Neistan og Kyndil, sum verður leikt kl. 13.30 í Høllini á Nabb.

Jan sigur í meting síni, at hann roknar við at Kyndil fer við gullinum í morgin.

CocaCola-finalan Neistin-Kyndil, kvinnur:

Bæði liðini hava frá byrjani av hesum kappingarárinum verið ein av teimum 4 farvorittinum til at koma bæði í FM og CocaCola finalurnar. Neistin hevur tey seinastu árini verið klárt tað sterkasta liðið, men í ár hava nakrar broytingar verið bæði á og rundanum liðið. Tær hava ikki veri líka góðar sum undanfarin ár, heldur ikki hava tær tað somu styrkina. Men tær hava rutinina, og tað er ein rutina, sum einki av hinum liðnum hevur. Rutina er fyri nógvar av teimum ungu bara, nakað tær ???gomlu??? siga er neyðugt, fyri at tær skulu kunna spæla við. Men rutina er at vita nær og hvar man ger rætta trekkið, tað kann man vinna nógvar dystir uppá. Neistadamur eru vanar at standa í hesari støðuni, men tær eru ikki vanur við at mótstøðan er farvorittur at vinna. Kyndil vann sítt finalupláss við at vinna á VÍF í semifinaluni, har teir minstu marganalarnir spældu inn, nemliga at vinna við útivøllamálum. Tá kann tað ikki blíva tættari, og eg vænti, at tær grønu kvinnurnar virkuliga eru uppsettar til at fara allan vegin. Tær liggja nummar 1 í FM-kappingini, og tær ætla heilt víst at vísa Neistanum, at tær eiga at vera har, bæði liðini fara eftir gullinum.

Lykilin hjá Neistanum at vinna dystin er teirra verja. Tær mangla fleiri spælarar av teimum, sum vanliga settu nógvar bóltar í netið, og tí skulu tær royna at lata sera fá mál inn. Tað kunnu tær eisini við tí góðu 6-0 verjuni tær hava, eisini hava tær teir bestu málmennirnar í kvinnudeildini. Tær skulu sjálvandi hava eyguni eftir Simonu og Annu, tí tær fáa flestu málinum hjá teimum grønu. Simona og Anna koma at fáa nøkur mál og tað mugu neistakvinnurnar góðtaka, men hinvegin so skulu hinir kyndlakvinnurnar ikki sleppa framat. Hinvegin so er neyðugt hjá neistakvinnunum at fanga sterka málmannin ??? Kristinu ??? á skeiva beininum. Kristina stendur sera væl, men hevur onkra veika síðu, sum neistakvinnurnar skulu gera sær dælt av, um tær skulu hava nøkur mál.

Hjá Kyndli er tað eisini verjan, sum kemur at hava avgerandi leiklut. Tær hava víst, so at siga í øllum dystinum í ár, at tær hava eina krútsterka verju, mótstøðuliðini hava í flestu dystunum í ár fingið minni enn 20 mál, tað er mátin, sum førur til sigurs. Tær kunnu loyva sær, at fara inn við einari ekstremt flatari verju, tí Neistin ikki hevur so nógvar skjúttar, og nettup langskotini er ein av stóru styrkini hjá Kristinu. Eisini skulu tær spæla uppá kontra-álopini, har tær kunnu fáa nøkur skjót mál. Annars er lykilin - ikki at missa høvdið, og ikki blíva ov grammar. Dysturin er 60 min - tær mugu vísa tol gjøgnum allan dystin.

Sí eisini: Meting um CocaCola-finaluna hjá monnum.

??rslit: Eg gevi teimum grønu 2/3 og teimum bláu 1/3 av møguleikanum at fáa gullið. Tað eru tveir møguleikar hvussu dysturin byrjar, og tað er ótrúliga avgerðandi. Tann eini er, at tær grønu vísu sína dygd frá startinum, har tær vinna sær eina 4-6 mál tíðliga í dystinum - og avgerða dystin. Ella verður tað ein jøvn byrjan av dystinum, har verja og málmennirnir fara at lukka dystin av. Hendir tað seinna, so verður tað ein dystur við sera fáum málum, har dysturin verður avgjørdur í endaspurtinum - kanska koma tað tá undir 30 mál í øllum dystinum.

Sí eisini: Toppskjúttarnir í steypakappingini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder