Entreprenørfelagið Kreton í Norðragøtu hevði eitt metgott úrslit í fjør. ??rslitið fyri 2015 var eitt yvirskot á slakar 1,4 mió. kr eftir skatt. Hetta er hálv millión meira enn árið fyri og tað besta úrslitið higartil hjá 10 ára gomlu fyritøkuni. Fyritøkan hevur nú eina eginogn á 3,1 mió. kr.
Kreton hevur havt góð úrslit seinastu 4 árini og kemst hetta av øktum virksemi. Herfyri gjørdi fyritøkan stórar íløgur og víðkaði um sítt virksemi við at fara inn á asfaltmarknaðin. Hetta gevur fyritøkuni enn eitt bein at standa á, umframt verandi virksemi innan entreprenør arbeiði.
- Uppgávurnar eru nógvar og vit ferðast víða, sigur Eyðun Magnussen, stjóri. Í løtuni gera vit tveir vegir í Syðrugøtu og ein veg í Vestmanna. Harafturat hava vit fingið fleiri asfalt uppgávur kring landið.
Herfyri skipaði fyritøkan seg við nýggjari nevnd. Í nevndini sita Suni Justinussen, nevndarformaður, Eyðun Magnussen og Ove Magnussen. Kreton telur 15 ársverk, og starvsfólkahópurin veksur, tí søkt verður eisini eftir fólki til asfalt arbeiði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald