Vinna

MEST stendur fyri arbeiðinum á Arctic Lady

...

2017-03-27 20:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

NG skipið Arctic Viking stevndi tíðliga í morgun inn á Skálafjørðin har skipið skal liggja í nakrar dagar. Skipið, sum er skrásett í Hammerfest, fyllir nógv í Skálafjørðinum við síni 288 metrar longd og 50 metrar breidd.

Ymiskt arbeiði skal fremjast komandi dagarnar. Eitt nú skal ein Log tranducari undir botninum skiftast út, umframt at botnurin skal reinsast. Hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við Green Marine Divers úr Fuglafirði. Arbeiði fyri framman fevnir eisini um at gólv í kontrolrúminum skal skiftast og eykalutir - eitt nú hydraulikkslangur ??? skulu skifast.

Sleipibáturin Samson hjá MEST hevur eisini úr at gera í samband við arbeiði, bæði hvat viðvíkur sleipitænastum og sum arbeiðsbátur í samband við kavaraarbeiðið.

MEST hevur í longri tíð verið í samskifti við reiðaríið um hvussu og hvar arbeiðið kundi gerast. Við royndum frá arbeiðinum við West Hercules var lítil ivingur um, at Skálafjørðurin var eitt hóskandi stað.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder