Tíðindaskriv 31 mars 2017
MEST nøktandi úrslit í 2016
Skipasmiðju- og framleiðsluvirksemið í MEST-samtakinum megnaði at halda søluna í 2016 á sama støði sum í 2015 og gav eitt avlop eftir skatt á 10 milliónir krónur. Gongdin hjá PAM-Offshore Service fylgir gongdini hjá oljuvinnuni og minkandi virksemi her merkti, at samlaði umsetningurin hjá samtakinum minkaði í 2016 í mun til 2015. PAM-Offshore Service hevði eitt hall uppá eina hálva millión krónur í fjør, meðan skipasmiðju- og framleiðsluraksturin gav avlop og samanumtikið er leiðslan nøgd við samtaksúrslitið.
MEST samtakið fevnir um MEST skipasmiðjur í Havn og á Skála, MEST framleiðsluútgerð í Runavík og PAM-Offshore Service, sum veitir arbeiðsmegi til frálandavinnuna í Noregi. Samtakið leggur seg áhaldandi eftir at verða kappingarført og harnaða kappingin merkir harumframt, at stór krøv verða sett til lønsemið hjá øllum eindum. MEST Runavík hevur haft nógv virksemið í 2016, og hava teir umframt førleikarnar til framleiðsluútgerð, á sjógvi og landi, eisini serligar førleikar innan alivinnuna, har virksemið hevur verið høgt alt árið.
Leiðslan metir, at útlitini til aftur at fáa eitt nøktandi úrslit eru til staðar, og tað er við góðum treysti farið er inn í 2017.
???Vit hava havt eina góða byrjan í 2017. Fyri at tryggja eitt meiri javnt virksemi yvir árið er ætlanin, sum kunnugt, at inniloka dokkina á Skála. Við hesum kunnu vit veita kundum okkara eitt munandi betri tænastustøði???, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.
Í MEST samtakinum starvast umleið 280 starvsfólk.
Blíðar heilsanir
P/F MEST
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald