Tíðindaskriv frá MEST 1 mars 2017.
Eftir at
hava bygt tvær tvíkiljur seinastu mánaðirnar á Skipasmiðjuni hjá MEST í Havn er
sáttmáli í dag undirskrivaður um at byggja tvær tvíkiljur afturat til
Bakkafrost.
MEST hevur seinastu mánaðirnar staðið fyri bygging av
tveimum tvíkiljum til Bakkafrost. Tann eina varð latin í februar og tann seinna
verður latin nú um miðjan mars. Alt arbeiði er gjørt í Føroyum ??? eisini skrokkurin. Báðar tvíkiljurnar eru
latnar til avtalað tíð og góðsku.
???Tann nýggja tvíkiljan Miðvík
hevur roynst væl og hevur ligið serliga væl í sjónum ??? eisini í vánaligum
veðri???, sigur Jón Purkhús, deildarleiðari fyri aliøkið norður hjá Bakkafrost.
Tær nýggju tvíkiljurnar, sum verða nýbygningur 111 og 112 á
MEST, eru ávikavist 15 m long og 7 metrar breið og 14 m long og 6 metrar breið .
Tær verða útgjørdar við MELCAL kranum og ávikavist 450- og 370 HK høvuðsmoturum,
einum 70 kW hjálpimotori og ávikavist 15 og 10 tons deksspølum. Tvíkiljurnar
verða útgjørdar við messu, WC, arbeiðs-/klædnarúmi og allari vanligar
nautiskari útgerð.
???Aftaná at hava bygt tvær tvíkiljur seinastu mánaðirnar eru
vit sera fegin um at fáa møguleikan at byggja tvíkiljur afturat. Hetta er sera
umráðandi fyri føroyskt handverk og er við til at styrkja um okkara førleikar
innan økið???, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald