Sáttmáli er í dag undirskrivaður um bygging av 2 tvíkiljum á MEST við møguleika fyri tveimum afturat. Skrokkurin verður smíðaður í Føroyum eins og alt arbeiði annars verður gjørt í Føroyum. Talan er um eitt nýtt snið av tvíkiljum, sum hóskar væl til føroyska veðurlagið.
Tær fyrstu tvær tvíkiljurnar eru 15x8 metur og eru tillagaðar í mun til føroyska veðurlagið og ynskjum hjá Bakkafrost. Tvíkiljurnar, sum væntandi skulu latast seinni, eru í støddini 14x6metur.
???Fyri okkum hevur hetta verið ein spennandi tilgongd av tí at - tekningar, skrokkur og alt annað arbeiði verður gjørt í Føroyum???, sigur Mouritz Mohr stjóri.
Nýggju tvíkiljurnar hava tveir motorar á 450 hk hvør og eitt spæl sum togar 10 tons. Umborð er eisini dekskrani, ið røkkur 14 m. Skrokkarnir eru úr stáli og stýrhúsið úr aluminium. Tvíkiljurnar verða latnar við allari nautiskari útgerð, tilhaldsrúmi, WC, klædnarúmi, verkstaði og øðrum, ið kundin hevur havt ynski um.
???Vit hava lagt okkum eftir at gera eitt snið, sum hóskar serligar væl til veðurlagið og arbeiðsumstøðurnar, sum starvsfólk innan alingina arbeiða undir???, sigur Mouritz Mohr at enda.
Fyrsta tvíkiljan verða latin Bakkafrost í januar 2017, tað skrivar MEST.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald