Vinna

MEST 17,8 mió kr í avlopi eftir skatt í 2015

...

2016-03-18 17:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv 18 mars 2016

MEST 17,8 mió kr í avlopi eftir skatt í 2015

Góða gongdin innan skipasmiðjuøkið hjá MEST heldur á eins og seinastu árini. Umsetningurin hjá samtakinum er øktur úr 314 mió kr í 2014 til 327 mió kr í 2015. Gongdin hjá PAM Offshore Service fylgir gongdini hjá oljuvinnuni og er bæði umsetningur og ársúrslit lækkað. PAM hevði tó eitt yvirskot á 1,7 mió kr í 2015

MEST samtakið fevnir um MEST skipasmiðjur í Havn og á Skála, MEST framleiðsluútgerð í Runavík og PAM Offshore Service, sum veitir arbeiðsmegi til frálandavinnuna í Noregi. Hóast umsetningurin hjá PAM Offshore Service er lækkaður er tað eydnast samtakinum at økja um virksemi innan hini virkisøkini soleiðis, at samlaða gongdin er nøktandi. Árúrslitið hjá MEST var sostatt 17,8 mió kr eftir skatt í 2015.

???Vit fegnast um, at okkara kundar í øktan mun velja at fáa teirra uppgávur loystar á MEST. Hetta gevur okkum bæði hug og dirvi til at gera íløgur í framtíðina. Fyri at styrkja um tænastustøðið gera vit í næstum íløgur í ein størri sleipibát og í innilokan av dokkini á Skála???, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.

Í MEST samtakinum starvast omanfyri 300 starvsfólk.

Blíðar heilsanir

P/F MEST

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder