JN

Merktir grindahvalir

...

2015-08-26 13:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fylgisveinasendararnir, ið vóru festir á fimm hvalir í Fuglafirði 23. august, vakna kl. 7. Nakað seinni sæst umvegis alnetið, hvar hvalirnir hava svomið tað seinasta døgnið. Á middegi sløkna sendararnir so aftur. Á tann hátt verður spart uppá battaríini, fyri at fáa sendararnir at vara sum longst, vónandi tað mesta av einum ári.


Hetta er fimtu ferð at grindahvalir svimja út av føroyskum firðum við sendarum á hornunum. Endamálið er at kanna ferðingarmynstur og staðfesta, hvussu víða útbreiðslu grindahvalirnir við Føroyar hava. ??t frá tí verður mett, hvussu stóran part av tí samlaða stovninum í Norðurhøvum føroyingar veiða.  Hetta er týdningarmikil vitan í sambandi við spurningin, um grindaveiðan er burðardygg. 

Náttúrugripasavnið takkar fyri alla hjálp og vælvild í sambandi við merkingina. Tað fer at bera til at fylgja við ferðingini hjá merktu hvalunum á www.savn.fo. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder