Síðani hon varð hildin fyrstu ferð í 2001, hevur Mentanarnáttin ment seg til størsta einstaka tiltak í Tórshavn aftan á ólavsøkuna, og ofta verður hon eisini rópt ???lítla ólavsøka.??? Hetta er kvøldið, tá veruligt lív kemur í Havnar gøtur, og fólk fara út at spáka, heilsa upp á fólk og vitja tey mongu tiltøkini, har av tey flestu eru ókeypis.
Soleiðis verður eisini fríggjakvøldið 6. juni, tá vit enn einaferð bjóða vælkomin á Mentanarnátt ??? sum vant við eini fjølbroyttari skrá við nógvum forvitnisligum tiltøkum. Stovnar og virki fara at lata dyrnar upp fyri almenninginum, søvnini eru opin, matstovur og hotell spenna seg út, og handlarnir hava leingi opið.
Tann livandi tónleikurin sermerkir eisini Mentanarnáttina bæði innan- og uttandura, ikki minst í Kringvarpshúsinum í Sortudíki, har fleiri av okkara frægastu tónleikarum fara á pall. Eisini aðrastaðni í býnum verður livandi tónleikur Mentanarnáttina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald