Mentan

Mentanarnáttin 2015

...

2015-04-16 18:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Síðani hon varð hildin fyrstu ferð í 2001, hevur Mentanarnáttin ment seg til størsta einstaka tiltak í Tórshavn aftan á ólavsøkuna. Hetta er kvøldið, tá veruligt lív kemur í Havnar gøtur, og fólk fara út at spáka, heilsa upp á fólk og vitja tey mongu tiltøkini, har av tey flestu eru ókeypis.

Soleiðis verður eisini fríggjakvøldið 12. juni, tá vit enn einaferð bjóða vælkomin á Mentanarnátt ???sum vant við eini fjølbroyttari skrá við nógvum forvitnisligum tiltøkum.

Stovnar og virki fara at lata dyrnar upp fyri almenninginum, søvnini eru opin, matstovur og hotell spenna seg út, og handlarnir hava leingi opið.

Visit Tórshavn samskipar Mentanarnáttina. Tit eru vælkomin at venda tykkum til Visit Tórshavn á tel 30 24 25 ella á teldupost [email protected] við spurningum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder