Politikkur

Mentan - føroyskur samleiki

...

2015-08-25 18:53 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ríkt mentanarlív stimbrar tilvitið um føroyskan samleika. Vit eiga at hava ein góðan og fryntligan mentanarpolitikk, fyri at loysa upp fyri øllum teimum skapandi kreftunum vit eiga í Føroyum. Vit skulu eggja, stimbra og skapa øktar karmar fyri møguleikanum at útinna mentanarliga virksemi.

Vit skulu gagnnýta okkara kunnleika til føroyska søgu, føroyskan dans, heimavirki, tónleik, myndandi list, bókmentir og skaldskap.

Tiltøk av øllum mentanarligum slag, er vaksandi í Føroyum. Hetta kunnu vit fegnast um. Vit hava eitt breitt úrval av møguleikum og tað er bara hugflogið, sum setur markið.

Vit eiga at stuðla okkara mentan, yrkismentan, og virksemi í kvøldskúlum og frítíðarfelagsskapum. Soleiðis at vit framhaldandi síggja eitt blómandi mentanarlív í Føroyum, til trivnað fyri fólki.

Joan Neshamar

Valevni Fólkafloksins


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder