Politikkur

Menningarkvotur og ætlanir fyri Havnina

...

2017-12-13 09:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í gjárskvøldið samtykti løgtingið endaliga løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi.
Í hesum sambandi í § 60 kunnu menningarætlanir, sum kunnu stuðla undir virðisøking av sjófeingi í ávísum økjum í landinum, har atgongd til sjófeingi er avmarkað, ella arbeiðsloysið á hesum økjum er stórt, fáa menningarkvotur. Beinleiðis økir eru nevnd í uppskotinum, og er Suðurstreym eitt av hesum økjum, sum skulu mennast og geva møguleikar fyri hesum fiskavirksemi. Persónliga vil eg hava virksemi á vestaru bryggju aftur beinanvegin, Bacalao.
Hetta letur seg gera nú, so ungfólk, aktørar o.o. bjóði tykkum fram og latið okkum sláa ring um Havnina og menna vestaru bryggju aftur til stórt virksemi. Hetta skal bert verða byrjanin til nakað størri her í Havn.

Heðin Mortensen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder