Vinna

Menningarætlanin hjá Visit Faroe Islands ( VFI )

...

2019-02-07 20:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nógv gott bleiv sagt í Norðurlandahúsinum í dag, tá VFI legði sína menningarætlann fram. Eg havi so avgjørt stóra virðing fyri VFI og starvsfólkunum sum arbeiða har, men tá VFI beinleiðis fremur eitt álop á cruise vinnuna, so má eg lata frætta frá mær.

Cruise segmenti innan ferðavinnuna bleiv ???pilka??? út og niðurgjørt við fleiri ???slide´um??? frammanfyri fjøldini. ???Hópferðavinna, troðkan, ikki burðardygt, Føroyar er ikki fyri øll???. Argumentini vóru so langt úti, og so at siga var tað einki positivt at siga um cruise. Eingin ivi er í, at roynt var at geva eina so neiliga lýsing av cruise sum gjørligt. Her var eingin ivi, boðskapurin skuldi hart fram fyri at sláa ígjøgnum.

Flestu fólk í ferðavferðavinnuni, sum komu upp til mín eftir framløguna, vóru skelkaði av hesum ???álopinum???. Spurdu meg hvussu eg tordi at vísa meg eftir hetta ? ???Tú bleiv húðflongdur???. Ja cruise vinnan fekk ein undir vangan av menningardeildini hjá VFI.

VFI vil hava eitt mark á stødd, nøgd og slag av skipum. Helst skal hetta ásetast við lóg ! Ja nú skulu tey verða slóðbrótandi, tey vilja nevnliga verða selektiv í hesum. Passar tú ikki í segmentið hjá VFI, so er tú ikki vælkomin til Føroyar.

Fyri at brúka UN - slogan hjá VFI. Hetta er beinleiðis ??smagligt, ??seriøst og ??tespuligt???

Ferðavinnan er avgjørt eitt bein vit føroyingar kunnu standa á. Hetta er als ikki eitt nýtt bein. Ferðavinnan hevur verið her í nógv harrans ár. Sjálvur havi eg arbeitt við cruise í 19 ár. Verðuleikin er tann at síðan Jóhan Dahl hækkaði játtanina til VFI, so er hetta ein vinna, sum verður tikin seriøst og ein vinnað sum vit skulu satsa uppá.

Um vit duga at seta mørk, og fara hóvliga fram, so skal ferðavinnan blíva eitt gott ískoytið til føroyska búskapin. Tøl hjá Visit Faroe Islands vísa, at umsetningurin kann koma heilt uppá 1,5 milliard í 2025.

Meirjáttanin sum Løgtingið hevur játtað til Visit Faroe Islands fyri nøkrum árum síðani ( og ikki at gloyma dugnaligu starvsfólkini ) kann sigast at vera orsøkin til vøksturin í ferðavinnuni. Tað gleðast øll vit í ferðavinnuni um.

Tað eru tó fleiri sum halda, at Føroyar er við at flóta yvir í ferðafólki, og tykist tað, sum um vit nú brádliga mugu verða selektiv. Og so kemur tann mest brúkti setningurin hjá politikarum í løtuni. ???Lat okkum fáa færri fólk, men tey skulu leggja nógv eftir sær???. Heilt erligt. Hvør handilsmaður vil ikki hava mest fyri minst?

Onkursvegna so er hesin ???trupulleikin við ov nógvum ferðafólki??? sjálv skaptur. Politiska leiðslan hevur sjálv hækkað játtanina til VFI og meir marknaðarføring.

Tað at vit skulu venda kanónini ímóti cruise er eitt sindur løgi. Ferðamannaskip eru komin til Føroyar í meir enn 50 ár. Talið av skipum er hækka lutvíst ígjøgnum árini, og engin hevur tala orð, men nú nýggj menningardeild er gjørd á VFI, so lýsa lampurnar reytt fyri hesu vinnugrein. Kanska líka hugtakandi er, at nevndi hjá VFI hevur góðtikið eitt tílíkt uppskot. Men tað er kanska ikki so løgi, tá ið ein sær hvør situr í nevndini.

Sjálvandi skulu vit duga at taka gjald fyri tey, sum koma til Føroyar. Men tað er ein dreymaverð bert at fáa vinnuferðandi ella rík fólk higar, sum eisini leggja pengar eftir seg runt alt landið. Tað má verða pláss fyri breiddini. Tað er fantastiskt at td. VFI og TK vilja satsa uppá vinnuferðavinnu. Men tað má ikki útilokað eitt annað segment! Tað kann ikki vera rætt, at tey sum eiga hotellini, matstøðini og flogførini hava einkarrætt at vinna pening uppá ferðavinnuna. Hvør skal avgerða hvat er nógvur vinningur fyri hvønn einstakan? Skulu vit fara inn og ???dikterað??? hvussu nógv hvør vinnugrein skal hava eftir á hvørjum ári? Skulu vit t.d. nokta teimum sum koma og búgva ???bíligt??? á AirBnB? Og hvat við ???krabbagoggunum???, húsvognum og ikki minst sokallaðum ???instagrammarum???, sum aloftast gjalda einki at koma hendan vegin? Hvat við honum, sum flýgur við SAS, býr í telti og bert brúkar SSL at koma runt Føroyar við. Hann vinnað vit ikki nógv uppá, men er hann ikki vælkomin ?

Tølini í mini vinnugrein innan ferðavinnuna er rímuliga einføld at útgreina.

Størstu inntøkurnar fyri skipini er havnargjald. Eftir tað koma útferðirnar, og síðan tað sum keypt verður á landi. Havnargjald kann liggja frá nøkrum túsund krónum uppi í 3-400.000 hjá teimum stóru skipunum. Umsetningurin fyri útferðirnar, kann liggja frá nøkrum túsund krónum upp í 2-400.00 hjá teimum stóru skipunum. Kanningar vísa, at tey ferðandi brúka millum 450 ??? 700 kr. um dagin í landinum tey koma til. Í hesi upphæddini er keyp av upplivingum og ???souvenir??? o.a.

Tað er ikki av leið at siga, at eitt stórt skip leggur á leið 700.000 - 1 mió eftir sær í Føroyum uppá 8-10 tímar! Hetta er ikki so heilt gali, tá einki hotel og ongin flogferð verður keypt. Beinleiðis gjald er sostatt til kommunur og privatar aktørar, sum allir eru føroyskir. Landið fær ikki nakað beinleiðis gjald av hesum, men tað kemur óbeinleiðis ígjøgnum allar føroyskar undirveitara. Skal býtið verða ørvísi kann altíð takast upp, men so má landið væl saktans eisini koma við onkrum, og ikki bara sita sum ein áskoðari á síðulinjuni. Tað er kanska her trupulleikin hjá tí almenna er, tí sum sagt tað mesta av peninginum kemur til eina kommunu og ikki beinleiðis í landskassan. Um alt ???stríðið??? er tær 65,- sum landið fær í ???pax gjald??? fyri hvønn ferðandi umvegis flogvøllin og ikki fyri hvønn ferðandi á einum ferðamannaskipi, so má tann trupulleiki væl kunna loysast onkusvegna.

Tann sum fær størst ágóða av cruise vinnuni er Tórshavnar Kommuna. Men har hyggja tey eisini skeivt eftir hesi vinnu. Stór ósemja er á Vaglinum um ???kassarnar??? sum liggja á Molanum. Var tað upp til ávísar kommunupolitikarar í Tórshavnar Kommunu so var bummur settur á Glivursnesi og Nólsoyarfjørður stongdur fyri teimum. Eitt tykist eitt sindur løgi. Ræður tað ikki um hava so nógvar inntøkur til TK nú ein útbygging er í gongd av havnalagnum? Spennandi verður at fylgja við um TK fer at taka undir við selaktiva uppskotinum hjá VFI?

Cruise vinnan hevur somu treytir sum øll onnur innan vinnuna. Fult gjald við kassa eitt. Onkustaðni so skal enntá gjaldast meir enn onnur. Ongastaðni í vinnuni er tímaprísurin hjá ferðaleiðarum, so høgur sum her. Hetta er eisini ein tann hægsta tímalønin hjá ferðaleiðarum í Evropa.

Cruise vinnan ger ringar í vatni hjá fleiri undirveitarum í ferðavinnuni og veitir eitt gott ískoytið til tann árliga raksturin. Fyri at nevna okkurt, so brúkar eingin so nógvar turistbussar og ferðaleiðarar sum hendan vinnan. Í 2018 hava vit havt omanfyri 2000 fólk á útferð undir Vestmannabjørgini. 2600 á vitjan í Duvugørðum í Saksun. 4000 vitjandi í kirkjuni í Kollafirði. 1100 vitjandi í Blásatovu í Norðagøtu. 4000 vitjandi til kaffi og pannukøkur á Gjáargarði. 1000 vitjandi á Navia???.o.s.fr.

???Cruise turistar??? eru alt fólk, sum neyvan høvdu komi higar, um so er tað ikki var við skipunum. Tað at tey eru her, er eisini ein sera góð marknaðarføring av Føroyum. Og hvør veit, kanska koma tey aftur og brúka enn meir. Sum nevnt omanfyri, so eru tað ikki cruise fólkini sum ???ganga leys??? og tvassa í fjøllunum. Tey sum fara á túr, hava øll ferðaleiðara við sær. Men satt er, at tey sum ikki fara á túr ???ganga leys??? í býnum.

Spurningurin um vit fáa nóg nógv burturúr hesum hongur so í luftini, men tað má verða upp til hvønn einstakan at avgerða hvat er ???nóg nógv???.

Altíð gott at stinga fingurin í jørðina og hyggja rundan um seg og ikki minst inn í seg sjálvan. Tað mugu vit í cruise vinnuni, sjálvsagt eisini gera. ??ansæð sjónarmið, so vilja vit øll tí føroysku ferðavinnuni tað besta. Eg vóni at allir partar í vinnuni og í politiska landslagnum tosa saman innan nakað ???drastiskt??? verður gjørt.

Magni V. Mouritsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder