Ítróttur

Menn: SÍ í steypafinaluni

...

2014-01-13 04:27 Author image
placeholder

Menn - finala í Mjølnir-kappingini:

SÍ ??? Fleyr 3-0 (25-15, 25-20, 25-14)

SÍ vann í dag ein tryggan 3-0 sigur á Fleyr í finaluni í Mjølnir-kappingini, og sostatt hava teir eisini tryggjað sær sæti í steypafinaluni, sum verður ímóti ÍF 15. februar.

Av tí at ÍF longu hevði kvalifiserað seg til finaluna við at vera á odda eftir fyrsta triðingin av landskappingini, sluppu teir ikki at spæla við í Mjølnir-kappingini, og av tí at ÍF eisini hevði vunnið FK-kappingina hjá Fleyr fyrr í kappingarárinum, so var finaludysturin í dag eisini ein beinleiðis kapping um at spæla seg í steypafinluna.

Men í dag var kortini lítið av kapping á vøllinum, tí SÍ vann lættliga 25-15, 25-20 og 25-14.

Kelda: fbf.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder