Sannur spenningur er í luftini nú Oyggjaleikir og kappingin um Føroyameistaraheitið í badminton og klubbmeistaraheitið hjá HBF standa fyri durum.
Havnar Badmintonfelag brynjar seg tí til eina stóra kapping í Badmintonhøllini komandi dagarnar.
Hesa vikuna verður avgjørt hvør gerst føroyameistari í ymisku greinunum í badminton. Yngru badmintonleikarar vísa tenn, og bæði á kvinnu og mannfólkasíðuni verða Carlsson, Poulsen og Eysturoy bjóðaði av. Harafturat eru brøðurnir Gunnarstein í Føroyum , so innleiðandi dystirnir til FM verða heilt víst spennandi hesar komandi dagarnar. Benjamin Gunnarstein hevur búð í Føroyum hetta seinasta árið og hevur verið virkin ungdómsvenjari og leikari í seniorbólkinum hjá HBF.
Brøðurnir Gunnarstein endaðu báðir í finaluni í fjør, so onki er at ivast í, at bæði Niclas Højgaard og Aksel Poulsen ætla sær í finaluna í ár. Millum teir yngru leikararnar hjá HBF, sum royna seg móti eldru royndu monnunum er m.a. Magnus Dal-Christiansen.
Seinasta ár sóu vit fleiri sera javnar dystir serstakliga í semifinalum og eisini í finalunum. Hóast Rannvá kann tykjast suveren í einmans- og tvímansleiki, so er ikki sørt, at fleiri yngri kvinnuleikarar nærkast, og eru klárar at bjóða henni av. Talan er um tær tríggjar Sólfríð Hjørleifsdóttir, Gunnva Jacobsen og Kristinu Eriksen, sum var í finaluni móti Rannvá seinasta ár. Gunnva og Kristina eru báðar úr HBF.
Leikararnir hava seinasta árið vant undir leiðslu av Aritra Nandy og Magnus Gaard. Nú oyggjaleikir eru fyri durum, spenna leikarar seg serliga nógv út, og venjararnir hava boðað frá, at landsliðið verður úttikið umleið eina viku eftir FM.
Innleiðandi umførini til finalurnar verða spæld í Badmintonhøllini í Havn hósdagin 9. apríl og í fríggjadagin 10. apríl. Hóskvøldið er einmansleikur fyri kvinnur og menn, og fríggjakvøldið er tvímansleikur og blandaður tvímansleikur á skránni. Byrjað verður bæði kvøldini kl. 17.00. ??ll eru hjartaliga vælkomin niðan til spennandi løtuna, gott prát og kaffi/køkur. Hósdagin og fríggjadagin er ókeypis atgongd.
Stóri finaludagurin KONTRAST FM verður leygardagin 11. apríl. Hetta tiltakið verður í Hoyvíkshøllini. Til ber at lesa meira um stóra finaludagin á heimasíðuni hjá Badmintonsambandinum www.bsf.fo.
Ítróttur
Meistarabólkurin spælir um finaluplássini
...
2015-04-08 22:00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald