Hans Ingvard Joensen, nevndarlimur í Maskinmeistarafelagnum, harmast um, at tað hevur tikið sína tíð hjá nevndini at koma alment við einari støðu.
???Ja, eg harmist stórliga um, at hetta ikki er komið fram í fjølmiðlunum fyrr. Vit eru jú valdir inn fyri at umboða okkara limir og ikki hvønn annan??? sigur Hans Ingvard Joensen, nevndarlimur í Maskinmeistarafelagnum, við R7 í kvøld.
Eisini sigur hann, at meirilutin í Maskinmeistarafelagnum tekur staðiliga frástøðu frá uppskotinum um fiskivinnunýskipanina hjá Høgna Hoydal.
Eisini tekur meirilutin í nevndini undir við mótmælistiltøkunum, sum Føroya Fiskimannafelag og Skipara- og Navigatørfelagið skipa fyri mánadagin tann 29. mai kl. 09.00.
"Nú tiga vit ikki meir, og vit veita okkara dygga stuðul, bæði til vinnuna og til tey tiltøk, sum nú verða sett í verk"
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald