Álitíløgtingsmáli nr. 49/2016 Uppskot til samtyktar um at byggja Føroya akvarium í KlaksvíkElsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingsmaður, hevur lagt málið fram 19. januar 2017, og eftir1. viðgerð 7. februar er tað beint Mentanarnevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 8. og 15. februar 22. og 29. mars 2017.Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við Føroya Sjósavn, Klaksvíkar kommunu, TórshavnarKommunu og Sjómannadagin í Klaksvík.
Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.
Meirilutin (Hanna Jensen, Kristianna W. Poulsen, ??luva Klettskarð, Katrin Kallsberg og JónleifJohannesen) metir, at arbeiðið við at byggja upp sjósavn/akvarium í Føroyum er farið í gongd ogstaðfestir, at eitt samstarv er um hesa uppgávu longu nú, har sjálvsognarstovnur við 10 árum á bakivið stuðli frá kommunu og landi rekur virksemið. Føroya Sjósavn hevur greiðar ætlanir um útbyggingog víðkan av virkseminum á sama staði, sum savnið heldur til í dag, og er í samskifti viðymiskar partar um hetta.Sum skilst eru ongar ætlanirum at byggja ella stuðla einum akvarium í Klaksvíkar býráð viðnúverandi meiriluta, hóast partur av býráðnum er sinnaður at stuðla tí. Um eitt akvarium skal vera iKlaksvík, og um Føroyar kunnu hava tvey ella fleiri alment stuðlað sjósøvn, eru spurningar, sum,meirilutin metir, skulu viðgerast, tá møguligar ítøkiligar ætlanir fyriliggja frá einum umhvørvi, sumtekur stig til eitt akvarium.Tí tekur meirilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.
Minnilutin (Jógvan á Lakjuni og Bjørn Kalsø) hevur hesar viðmerkingar:Uppskotið hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hevur veruliga sett spurningin um akvarium ogsjósavn á dagsskránna. Uppskotssetarin hevur alla tíðina lagt dent á, at ætlanin ikki hevur verið attaka nakað frá Føroya Sjósavni á Argjum, og minnilutin tekur fult undir við hesum og mælir eisiniframhaldandi til at stuðla Føroya Sjósavni og teimum ætlaðu útbyggingum, ið har skulu gerast.Í uppskotinum verður Føroya Sjómannadagur í Klaksvík nevndur, og er hann uttan iva íblástur tilhetta uppskotið um akvarium, tí í sambandi við sjómannadagin hava kør við livandi fiski verið settupp á Stongunum, og hetta hevur verið ógvuliga væl móttikið.Undir viðgerðini í Mentanarnevndini hava umboð fyri Sjómannadagin lýst ógvuliga áhugaverdar ognýhugsandi ætlanir um eitt ???undirsjóvar akvarium??? á Borðoyarvík, sum kann gerast eitt sera áhugavertøki fyri frítíðarkavarar, har gomul skip longu eru og verða søkt, og ætlanir eru eisini um atleggja ein ???glasstunnil??? út í sjógvin fram við taraskógnum á einum ávísum øki soleiðis, at fólk eisinikunnu fáa upplivingar undir sjónum. Fleiri onnur hugskot eru eisini í hesum sambandi, og kanningarum møguleikar og eisini kostnað eru í gongd.Vert er at nevna, at andstøðan í Klaksvíkar býráði hevur víst uppskotinum hjá Elsebeth MercedisGunnleygsdóttur stóran áhuga og hevur eisini mælt til at seta pening av at stuðla tiltakinum.Minnilutin heldur, at hugskotini hjá Føroya Sjómannadegi eru ógvuliga spennandi og áhugaverd, ogfer tí at mæla til ??? í staðin fyri nú beinanvegin at heita á landsstýrið um at leggja lógaruppskot fram??? at samtykkja eitt broytingaruppskot, har heitt verður á landsstýrið um at stuðla FøroyaSjómannadegi í sambandi við fyrireiking av ætlanunum um eitt ???undirsjóvar akvarium???. Mettverður, at brúk verður fyri einum 300 túsund kr. til hesar kanningar. Fleiri onnur spennandi prosjektliggja eisini í ætlanunum hjá Føroya Sjómannadegi.Minnilutin setir tí fram soljóðandib r o y t i n g a r u p p s k o t???Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri tingið lógaruppskot, sum hevur tilendamáls at stuðla privatum initiativi í sambandi við ???undirsjóvar akvarium??? á Borðoyarvík.???Við hesum broytingum tekur minnilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkjauppskotið
Mentanarnevndin, 28. apríl 2017Hanna Jensen Kristianna W. Poulsen ??luva Klettskarðformaður næstformaðurKatrin Kallsberg Jónleif Johannesen Jógvan á LakjuniBjørn Kalsø
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald