Nýggj kanning staðfestir, at føroyingar hava broytt hugsan í radaramálinum.
Síðani ætlanirnar at seta upp lofteftirlitsradara gjørdust alment kendar, hevur stórt kjak tikið seg upp um málið, og kjakið tykist hava flutt hugsanina hjá føroyingum. Nógv bendir nevniliga á, at føroyingar í størri mun taka undir við ætlanunum at seta nýggjan lofteftirlitsradara upp í Føroyum. Somuleiðis eru fleiri, ið nú meta Føroyar hava tørv á hernaðarligari verju, umframt at fleiri eru sinnað at loyva amerikanskum herskipum at brúka føroyskar havnir.
Hetta vísir nýggj kanning um verju- og trygdarmál, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Javnaðarflokkurin á fólkatingi.
Í juli mánaði í fjør vórðu 500 fólk spurd, um tey mettu, at Føroyar høvdu tørv á hernaðarligari verju. Tá svaraðu smá 32% ja, meðan heili 47% svaraðu nei. Um vikuskiftið vórðu 500 føroyingar so aftur spurdir sama spurning, men hesaferð svaraðu 44% ja, meðan 35% svaraðu nei. Okkurt bendir sostatt á, at nógvir føroyingar hava eina aðra støðu til verju- og trygdarmál enn í fjør.
Tí í dag er tað eisini ein meiriluti av teimum spurdu, ið taka undir við, at ein nýggjur lofteftirlitsradari verður settur upp í Føroyum, og somuleiðis ein meiriluti, sum vil loyva amerikanskum herskipum at regluliga brúka føroyskar havnir. Í juli í fjør tóku einans 32% undir við at seta nýggjan radara upp í Føroyum, meðan heili 64% taka undir við tí nú. Ávíst fyrivarni skal tó takast her, tí spurningarnir vórðu orðaðir øðrvísi.
Kortini er gongdin greið, og kjakið seinasta árið hevur flutt okkurt í føroyingum:
· fleiri føroyingar eru farnir at taka støðu í trygdar- og verjupolitiskum spurningum.
· fleiri føroyingar taka í størri mun undir við verandi ætlanum á trygdar- og verjuøkinum í Føroyum enn undanfarna ár.
Fríggjadagin 24. september verður møguleiki at hoyra meira um hesi mál á ráðstevnuni ???Føroyar millum stórveldini??? á Hotel Føroyum. Ráðstevnan byrjar kl. 13, tað er ókeypis, men neyðugt er at tekna seg á [email protected].
Javnaðarflokkurin á fólkatingi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald