Í mars vóru 25.837 løntakarar, árstíðarjavnað. Hetta eru 78 færri enn í februar, men higartil hava tað verið yvir 25.800 løntakarar hvønn mánað í ár. Seinastu trý árini hevur gongdin verið, at fleiri løntakarar eru lagstir til, og eru tað nú 2.000 fleiri til arbeiðis enn á vári 2014.
Byggivinnan havt stóran vøkstur seinastu fýra árini
Løntakaratøl eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnað, og tískil verður samanborið við sama tíðarskeið árini fyri.
Í mars í ár vóru 25.581 løntakarar, 603 fleiri enn árið fyri. Vøksturin er 2,4%. Tað er serliga byggivinna og onnur tilvirking, sum eigur ein stóran part av vøkstrinum. Í mars 2013, fyri fýra árum síðani, vóru um 2.900 løntakarar í byggivinnu, men hvørt ár eftir hetta hevur henda vinnan fingið umleið 200 løntakarar fleiri, so tað nú eru 3.750 løntakarar. Árligi vøksturin hevur verið millum 5,4 og 7,4%
Bæði privatar og almennar tænastur hava umleið 200 fleiri løntakarar nú enn fyri einum ári síðani. Tænastuvinnurnar eru væl størri enn byggivinnan, so vøksturin er heldur lakari í prosentum, nú eru 2,6% fleiri til arbeiðis í tænastuvinnunum.
Fiski- og alivinnan minkar í løtuni, í mars í 2016 vóru 4.113 í vinnu har, men nú eru tey 4.005, 108 færri.
Fiskiskapur og fiskavøruídnaður ganga aftur
Í fiski- og alivinnuni var talan um, at færri løntakarar vóru í mars. Í vinnubólkinum er gongdin tó sera ymisk eftir vinnugrein. Tann vinnan sum hevur eina tí størstu framgongdina seinasta árið, er ali- og kryvjivirki. Í mars í ár vóru 1.050 løntakarar í alivinnuni, 103 fleiri enn fyri einum árið síðani. Tað svarar til at nú eru 10,9% fleiri til arbeiðis í alivinnuni. Hinvegin vóru um 100 færri bæði í fiskiskapi og í fiskavøruídnaðinum.
Í bygging og aðrari tilvirking eru tað tær báðar stóru vinnugreinarnar, bygging og skipasmiðjur/smiðjur, sum hava stóra framgongd, meðan annar ídnaður og orka/vatnveiting standa í stað. Í bygging vóru tað í mars 1.994 løntakarar, 193 fleiri enn fyri einum ári síðani, og í skipasmiðjum og smiðjum vóru 742 løntakarar, 66 fleiri enn fyri einum árið síðani.
Dagførd og útgreinað tøl eru tøk í hagtalsgrunninum her.
Stutt um árstíðarjavning og trendin
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.
Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í løntakarunum.
Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald