Ítróttur

MC-Boogie 2016

...

2016-05-06 16:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Leygardagin 7. mai verður MC-Boogie aftur á skránni. Hetta er eitt tiltak fyri øll motorsúkkluáhugaði, ið Føroya-MC skipar fyri. Tiltakið hevur verið afturvendandi á hvørjum ári, og hevur tað verið mett sum startskotið til motorsúkklusesongina.

Tiltakið plagar at vera væl vitjað, og okkurt ári hava fleiri enn 100 motorsúkklur luttikið á MC-Boogie.

Tiltakið er skipað soleiðis, at súkklurnar møtast á Magn við Ringvegin í Tórshavn kl. 11, har møguleiki verður at fáa ein kaffimunn og prát við aðrar motorsúkklistar, áðrenn sjálvur túrurin byrjar.

Kl. 12 verður so farið avstað - fyrst verður koyrt ein túr gjøgnum býin, áðrenn farið verður norðureftir. Umleið kl. 12.45 verður steðgað við Magn við Streymin, har ein lítil steðgur verður og fólk kunnu strekkja beinini. Síðani verður koyrt til Klaksvíkar, har ein lítil steðgur verður.

Kl 14 verður koyrt út á Toftir, har bátafestivalur er, har verður suppa og annað gott at fáa.

Veðurforsøgnirnar til leygardagin eru góðar. Sagt verður frá lítlum vindi og fitt av sól, og vóna fyrireikararnir at síggja nógvar motorsúkklur og at vit fáa ein góðan dag.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder